Tað er vorði greitt hvør tekur yvir eftir Arnbjørn Dalsgarð, býarbókavørð í Tórshavnar kommunu, nú hann hevur fingið játtað 6 mánaðarlønir frá Mentanargrunni landsins til at skriva eina skaldsøgu.
Nýggjur býarbókavørðurin, meðan Arnbjørn Dalsgarð er í farloyvi, er 41 ára gamla Vónbjørt Vang.
Vónbjørt Vang er útbúgvin bókavørður og cand.mag í bókmentafrøði og samtíðarmentan frá Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn, og hevur starvast á Býarbókasavninum síðan á sumri 2013. Fyrst sum bókavørður og síðan á sumri 2014 sum 1. bókavørður og varaleiðari á Býarbókasavninum, skrivar kommunan á síni heimasíðu.










