Arbeiðið at byggja tað nýggja uppsjóvarvirkið í Fuglafirði gongur væl. Bygningurin er reistur, og gongst sum ætlað, fer virkið at taka ímóti teirri fyrstu lastini fyrst í juli.
Virkisbygningurin er 5.000 fermetrar, og virkið fer at kosta umleið 220 milliónir krónur. Havsbrún, Framherji og Christian í Grótinum eiga hvørt síni 30 prosent av felagnum, og tey seinastu 10 prosentini eiga ymsir íleggjarar í Fuglafirði.
Verksmiðjan til nýggja virkið kemur úr Íslandi, og flakamaskinurnar eru svenskar og keyptar frá KJ Hydraulic á Kambsdali.
Frystiorkan hjá virkinum verður umleið 600 tons um samdøgrið.