Seks línuskip eru á landgrunninum, og trý eru á Íslandsrygginum.
- Skipini, sum eru á landgrunninum, fáa mest av toski, hýsu og so nakað av longu og brosmu. Skipini á Íslandsrygginum fáa mest av toski, svartkalva, blálongu og nakað av lira.
Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey trý línuskip fyrst í hesi vikuni, og møguligt kemur okkurt línuskip aftrat inn at landa síðst í vikuni.
- Streymurin harðnar, sum vikan gongur, men veðrið verður hampiligt. Vit vænta tískil, at nakað verður av útróðri. Útróðrarbátarnir fáa mest av hýsu og nakað av toski, verður lagt aftrat.