Víkingur skal møta vinnaranum av dystinum millum Zrinjski úr Bosnia-Hersegovina og Maribor úr Slovenia, um teir megna at vinna seg víðari í dystinum móti FH á Tórsvølli týskvøldið.
Maribor vann fyrra dystin 2-1 á útivølli.
Fyrru dystirnir verða spældir 25. og 26 juli og seinnu 1. og 2. august.
Les eisini: Víkingur eigur nú bestu kortini
Víkingur má tó fyrst greiða setningin á Tórsvølli týskvøldið, tá FH kemur at vitjan. Fyrri dysturin endaði 1-1, so útgangsstøði hjá Víkingi er gott.
Dysturin millum Víking og FH verður týskvøldið klokkan 19 á Tórsvølli.