að sæst í ætlanunuum hjá landsstýrinum fyri endurnýggjan av strandferðsluflotanum.
Ein av raðfestingunum hjá landsstýrinum er, at strandferðsluflotin skal endurnýggjast sum skjótast.
Farið er undir at gera forkanningar, skitsur og aðrar fyrireikingar. Síðan verður farið undir at prosjektera. Um nóg stór játtan fæst til endamálið, verður arbeiðið boðið út, og síðani kann nýbygging- in byrja í stigum.
Føroysk skipasmiðja hevur fingið arbeiðið at prosjektera tvær nýggjar ferjur – ferju til Kalsoyarleiðina og ferju til Fugloyar- og Svínoyarleiðina. Ætlanin er at byggja Kalsoyarferjuna fyrst og síðan ferjuna til Fugloyar- og Svínoyarleiðina.











