Løgmansrøðan fulla viðgerð

Tingfundur er nú og fyrsta mál á skránni er sum vanligt, umrøðan av ólavsøkurøðu løgmans

Sambært galdandi reglum og lógum, so skal løgmaður á ólavsøku halda eina røðu í tinginum og greiða frá støðu landisins og hvat sitandi stjórn ætlar at fremja í nýggja tingárinum, sum altso byrjar á ólavsøku.

 

Tað gjørdi løgmaður leygardagin og tingformaðurin hevur ásett tingfundir í dag og í morgin har ólavsøkurøðan verður viðgjørd

 

Vanligt er at tingfólk viðgera politisku støðuna í landinum, men tey fara vanliga eisini nakað inn í mál, sum løgmaður boðar frá, verða løgd fram í tingsetuni.

 

Vanligt er at framsøgufólkini hjá flokkunum fyrst hava orðið, tá ið hendan viðgerðin er.