samstundis at geva nýggja ættarliðnum møguleikan at læra at kenna tann sjarmerandi og eitt sindur klossuta George. Hetta fantastiska frumskógarævintýrið er komið í heimin við stórari hjálp frá so matum fólkum [...] í USA, og hann var sera væl dámdur. Walt Disney Pictures vísa hann nú í live action í filminum »George Den Gæve Liansvinger«. Stórur dentur varð lagdur á at varðveita magiin frá teknifilminum, og samstundis [...] givið George og hansara vinum úr frumskóginum nýtt lív. Sum lítil yvirlivt George eina flogvanlukku mitt í frumskógi Afrika. Nógva ár eru síðan liðin, og George (Brendan Fraser) er enn á lívi, og hann hevur
arbeiðsgevarum og løntakarum. Og feløgini kunnu verða sektað, tað vita partarnir. Men í Føroyum eins og aðrastaðni í demokratiskum londum er tað IKKI ólógligt at fara í verkfall, líka mikið hvør ið grundin [...] grundin er til at verkafólk taka til henda grundlógartryggjaða rætt. Støðan er sjálvsagt ein onnur í fasistiskum londum. Og í undantaksførum heima hjá okkum, tá semja ikki fæst um nýggjan sáttmála og lóggávutingið [...] lønar- og evt. onnur arbeiðsviurskifti í eitt avmarkað tíðarskeið. Men hetta er IKKI galdandi fyri viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum í Føroyum í dag. At brúka orðið »ólógligt« um eitt verkfall er at kri
millum StÍF og Neistan. Hjá kvinnunum verða eisini tríggir dystir hetta vikuskiftið, og har verður mest spenanndi dysturin í Klaksvík, har tey bæði botnliðini Stjørnan og VB fara at spæla. Tað hevur týdning [...] skránni og mest spennandi dysturin er tann, sum verður í Havn sunnudagin. Tá fara grannafeløgini H71 og Kyndil at dystast, og uppá spæl stendur eitt oddapláss í deildini. Hvørki avliðunum hevur ráð at tapa [...] er,at VÍF fær bilbukt við KÍF, og tað liðið, sum so tapir sunnudagin, missir tvey stig upp til oddaliðið. Hjá Kyndil er støðan betri enn hon hevur verið leingi. Teir liggja á odda saman við VÍF, og hóast
kvøld kl. 20 og kl. 22.30 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). Jólatrøini í Hvalvík og Streymnesi verða tendrað sunnukvøldið 14. des.: í Streymnesi kl. 21 og í Hvalvík kl. 21.30. Felagskór syngur jólasálmar [...] á Tvøroyri Sunnudagsskúli verður sunnudagin kl. 14. Einki møti verður sunnukvøldið vegna tað at »Jólini verða sungin inn« í kirkjuni. Samkoman Sion, Vágur Sunnudag: Morgunmøti kl. 11.00. Evangeliskt møti [...] hittast tilkomin og eldri til hugna. Al Anon, Tórshavn Fundir fyri avvarðandi av alkoholikarum eru hvørt týskvøld og hvørt hóskvøld kl. 21 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri). AA-fundir verða í Havn í kvøld
segði, at tað er eins týdningarmikið, at vinnumálastjórin verður hægsti embætismaðurin, tá tað kemur til tann partin, sum hevur við útbjóðingina at gera. -Alt er við at verða komið undir land og skal nú [...] umsitingina. Tað vil vera heilt náttúrligt at teir báðir embætismenninir, við ábyrgd fyri hvør sínum øki, luttaka í tí síðsta partinum, sum er at knýta hetta til umsitinina og fáa tað at virka. Løgmaður [...] umsita og hava ábyrgdina av, sum tann hægsti umsitingarligi stjórin í landsstýrinum. Tað er heilt náttúrligt á hesum støðinum, har viðurskiftini skulu samskipast, soleiðis at umsitingin fær tað at virka
økan fer munandi niður. Og so fáa vit evl omaná evl um at íløguhugurin fer at vaksa og at landskassainntøkurnar tí eisini vaksa. Nei, Óli Breckmann og tínir, sum bert hugsa um at lívga egnar- og lummarnar [...] kennir tað sum sína skyldu at verja tey lægstløntu, og hon er eisini tann einasta, sum torir at gera tað. Og hetta eigur hon nógv rós uppiborið fyri. Mær kundi lyst at hitt tann mann sum loyvir sær at ivast [...] nakað niður. Og vit høvdu tá havt eitt meira reint og liviligt samfelag. Og eg haldi tað er fantastiskt at Óli Jacobsen og Óli Breckmann skulu ditta sær at nýta eina herferð móti FA og Ingeborg Vinther
bøkur og einar 5?600 síður. ? Mær hevur altíð dámt væl at skriva, og eg haldi meg kunna siga, at havi eg havt eina fríløtu, so havi eg ofta sitið og skrivað, tí givið er, at tað er ikki løtuverk at skriva [...] ómetaliga torført at skriva um tað, øll vita um og kenna helst nógv betur enn tann, ið skrivað hevur, og tí er jú so skjótt at mistaka seg við óvilja. ? Sum kunnugt er einki mannaverk lýtaleyst, og henda bókin [...] »Barnaminni 1«, og fevnir, saman við øðrum bindi, sum kemur til várs, um tíðarskeiðið frá 1936 til 1946. Síðani er ætlanin at fara undir útgávu av bók um elstu søguna hjá Gjáar bygd, og, verða heilsa og líkindi
hevur játtað at koma hendan vegin. Onkur fer helst at kalla tað illgitingar. Tað mugu tey um. Men eg haldi, at tað er vorðið Føroya fólki púra greitt, at eitt myrkaspæl er farið fram, og at stundin nú er [...] Nógv vildu helst sagt, at ein tílík vitjan fer at bøta um viðurskiftini millum Danmark og Føroyar. Men talan er um rein kávalæti, og tað áttu stjórnarleiðararnir Edmund og Nyrup at hildið seg ov góðar til [...] veit eg, at Edmund hevur ikið á knøunum fyri at fáa Nyrup hendan vegin. Men timingin er vánalig. Tað er bæði óheppið og óhóskandi, at Nyrup vitjar Føroyar í hesum døgum. Hetta átti bæði løgmaður og forsæ
fara at flyta heimaftur, og tað fer at gera, at eisini aðrir samfelagsbólkar kunnu fáa skattalætta. Nei, fleiri skattalættar er tað ikki pláss fyri. Skattalættin fer óivað at virka tann vegin, at fiskimenn [...] Hinvegin sigst, at ætlanin er eisini at skerja inntøkutrygdina hjá útróðrarmonnu. Er tað so, fer tað at mótvirka skattalættanum. Og so mítt ynsku uppfylt um, at skattalættin eigur at verða tikin innaftur [...] sindur, so at vøksturin bleiv tálmaður. Hann sigur, at vansin við at búskapurin veksur so nógv, er, at vit kunnu verða noydd at seta tálmandi tiltøk í verk í eini tíð táið tað liggur ringast fyri at tátta í
eftir spenningi og uppliving? Ella er tað ástarlangtan og tískil kanska trongdin at vísa seg hjá ungum monnum? Og ikki at gloyma: Er atvoldin rúsdrekka og/ella rúseitur? Vit vita, at tað er als ikki so [...] Rúsdrekka- og Narkotikaráðið og Tryggingarsambandið hava verið holl í ráðum. Skúlabókagrunnurin vil nýta hetta høvi at takka stovnum og einstaklingum fyri gott samstarv. Tað skal vera okkara vón, at Koyribókin [...] ukkum ? og serliga álvarsomum ferðsluvanlukkum. Hví man tað vera so vorðið? Man atvoldin vera ungdómsins lættsinni og ovfarakæti? Man tað vera vantandi ábyrgdarkensla og virðing fyri lógum og skyldum?