Ritgerðarkapping varð til tvær bøkur

Úr Gjáar søgu ? Barnaminni:

Eg haldi meg kunna siga, at sjálvt um eg ikki havi búð við Gjógv nú í hálva øld, so havi eg í grundini gjøgnum skriving mína verið her alla tíðina

? Sjálvt um eg eisini var millum tey mongu, sum á ungum aldri fór úr heimbygdini at læra, so er tó tann blettur, har eg sleit mínar barnaskógvar, sjálvsagt aldri farin úr huga mínum.

Soleiðis tekur Petur Jacob Sigvardsen til, nú hann hevur givið út fyrsta part av einum bókaverki um Gjáar Søgu.

Hesin fyrsti parturin hevur undirheitið »Barnaminni 1«, og fevnir, saman við øðrum bindi, sum kemur til várs, um tíðarskeiðið frá 1936 til 1946.

Síðani er ætlanin at fara undir útgávu av bók um elstu søguna hjá Gjáar bygd, og, verða heilsa og líkindi til tess, verður endað við verki um nýggjaru søguna hjá bygdini, frá krígsloki og fram til dagin í dag.

? Men hetta eru bert tankar enn, sigur Petur Jacob.


Heimbygdin

Men hví skrivað um slík evni?

? Sum sagt, gloymir man ikki heimbygdina, um á ungum árum fer burtur at læra, sigur Petur Jacob. ? Tvørturímóti man tað vera so, at sum árini líða, kemur heimbygdin og alt tað virðismikla, tú har nam, at standa enn sjónskari í minninum.

? Tey mongu minnini frá mínum barnaárum við Gjógv hava altíð verið mær so dýrmæt, og nú eg havi verið burtur í hálva øld, tókti mær tað at vera spell, um tey fullkomiliga fóru í gloymskunnar hav.


Ritgerðarkapping

? Nú var tað soleiðis, at fyri 15 árum síðan heitti Fróðskaparsetur Føroya á fólk, ið vóru fødd fyri 1940, at skriva endurminningar. Eg var ímillum tey 16, ið tá sendu setrinum eitt handrit til hesa ritgerðarkapping, og eg var so heppin at fáa virðisløn fyri arbeiði mítt, greiðir Petur Jacob Sigvardsen frá.

? Hendan ritgerðin, ið tá var 134 síður, er nú, 15 ðar seinni, vorðin til 2 bøkur og einar 5?600 síður.

? Mær hevur altíð dámt væl at skriva, og eg haldi meg kunna siga, at havi eg havt eina fríløtu, so havi eg ofta sitið og skrivað, tí givið er, at tað er ikki løtuverk at skriva tílíkar bøkur.

? Eg haldi meg tí eisini kunna siga, at sjálvt um eg ikki havi búð við Gjógv nú í hálva øld, so havi eg í grundini gjøgnum skriving mína verið her alla tíðina.

? Hóast bøkurnar eru stórar í vavi, so havi eg tó av ráddum huga valt at nevna tær Úr Gjáar søgu, eisini ta 3. bókina, ið væntandi fær undirheitið Gamla tíðin. Hetta havi eg gjørt av teirri einfaldu grund, at et setti meg ikki føran fyri at skriva Gjáar søgu. Tað helt eg vera at taka munnin ov fullan. Men vónandi er tað, ið her kemur á prent, tó týdningarmiklir tættir úr Gjáar søgu.


Fjálturstungin

? Nú fyrsta bókin er komin út, so eri eg ikki sørt fjálturstungin. Atvoldirnar til tess eru jú fleiri. Ein er tann, at eg eri væl vitandi um, at tað eru fleiri Gjáarfólk, ið saktans kunnu skriva Gjáar søgu, og so havi eg kanska órógvað arbeiði teirra, men nú vendst ikki aftur.

? Tað er eisini so ómetaliga torført at skriva um tað, øll vita um og kenna helst nógv betur enn tann, ið skrivað hevur, og tí er jú so skjótt at mistaka seg við óvilja.

? Sum kunnugt er einki mannaverk lýtaleyst, og henda bókin er sjálvsagt einki undantak í so máta. Men vónandi eru tó brekini ikki alt ov mong og skemmandi, leggur Petur Jacob Sigvardsen afturat.

»Úr Gjáar søgu« bind 1 kom út nú um dagarnar og kostar 270 kr. innbundin. Bind 2 er longu klárt til prentingar, og tað kemur væntandi út til várs.