Tiltøk

 

KFUK og KFUM,

Tórshavn

Opið hús hvørt fríggjakvøld í KFUM frá kl. 21-1.

Sunnudagin kl. 16 verður limafundur í KFUK við Jonu Henriksen, skrivara.


Rhema á Hálsi

Sunnudagin kl. 16 jólafest fyri børnum.

Øll eru vælkomin.


Meinigheitshúsið

í Havn

Sunnudagsskúlin í ár endar sunnudagin kl. 14 við barnagudstænastu í Havnar kirkju. Gentukórið í Meinigheitshúsinum luttekur við Lucia-gongd.


Havnar kirkja

Bjarni Bæk hevur danska jólagudstænastu (militer) fríggjadagin 12. des. kl. 10.


Samkoman Immanuel

Í kvøld kl. 20: Kongsins Herlið. 8 ár og eldri eru vælkomin.


Frelsunarherurin,

Tórshavn

Fríggjakvøldið kl. 20: Ungdómskórið.

Sunnudagin kl. 11: Morgunmøti. Hans Hansen talar.

Sunnudagin kl. 14: Sunnudagsskúli.

Sunnudagin kl. 17.30: Bøn.

Sunnukvøldið kl. 18: Møti v/ Søren Pedersen.


Ebenezer, Tórshavn

Sunnudag kl. 12: Sunnudagsskúli. Sunnukvøld kl. 18: Evangeliskt møti. Sunnukvøld kl. 21: Útimøti.

Mánakvøld kl. 20: Bønarmøti.

Mikukvøld kl. 20: Upp-byggingarmøti.

Hóskvøld kl. 20.30: Ungdómsmøti.


Konsert í Glyvra

kirkju

Eystankórið hevur jólakonsert í Glyvra kirkju sunnudagin 14. des. kl. 16.


Keldan, Skálafirði

Leygarkvøldið kl. 21: Jólahugni, sangur við Lisu, lovsangur v.m.

Sunnudagi kl. 16: Barnajólafest.


Lívsins Orð

Barnamøti verður leygardagin kl. 17.

Møti verður sunnumorgunin kl. 10.30.


Sands Missiónshús

Jólatræið verður tendrað sunnudagin kl. 5. Prestur talar.

Ongin sunnudagsskúli kl. 14.30.


Missiónshúsið

á Tvøroyri

Sunnudagsskúli verður sunnudagin kl. 14.

Einki møti verður sunnukvøldið vegna tað at »Jólini verða sungin inn« í kirkjuni.


Samkoman Sion,

Vágur

Sunnudag: Morgunmøti kl. 11.00. Evangeliskt møti kl. 18.00.

Telefonandaktin svarar á 73777.


Losjan í Havn

Í dag kl. 15 hittast tilkomin og eldri til hugna.


Al Anon, Tórshavn

Fundir fyri avvarðandi av alkoholikarum eru hvørt týskvøld og hvørt hóskvøld kl. 21 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri).


AA-fundir

verða í Havn í kvøld kl. 20 og kl. 22.30 í Tórsgøtu 5 (inngongd vestanfyri).


Jólatrøini í Hvalvík

og Streymnesi

verða tendrað sunnukvøldið 14. des.: í Streymnesi kl. 21 og í Hvalvík kl. 21.30. Felagskór syngur jólasálmar og Heðin Zachariasen, bygdaráðsformaður, talar.


Amnesty International Føroya deild

Skrivstovan er opin:

Týsdag kl. 8.30?12.30

Hósdag kl 8.30?16.30


Deyvafelag Føroya

Skrivstovan er opin mánadag til hósdag frá kl. 8.00 til kl. 15.00.

Tlf. 1.7597, skrivitlf. 1.6929

fax 1.3609 og teldupostadr. deaf@post.olivant.fo


Javni

N. Finsensgøta 32

Skrivstovan er opin:

Mikudag kl. 14?16, hósdag kl. 14?17 og fríggjadag kl.14?16.

  Tilhaldið er opið 1. fríggjadag í hvørjum mánaði kl.14.30?16.30.


Epileptikarafelag

Føroya

Postadr.: MBF-húsið, Íslandsvegur 10 C. Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð, men samband við felagið fæst á tlf. 13978, Randfríð Sørensen, ella tlf. 19793, Mari Johannesen.


Felagið

Føroyar-Kuba

Opið er á skrivstovuni í Kongagøtu 11, mikudag kl. 16-18. Mánad., týsd., hósdag og fríggjad. kl. 10-11.

Tlf. 13016 - Fax 13824.


Sjómansheimið

»Ørkin«

Brautarholt 29,

105 Reykjavík

Sunnudag møti kl. 17.

Mánakvøld bíbliutími kl. 20.30.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Nærri upplýsingar á

tlf. 009 354-568-0777


Eliaskirkjan

Møti er hvørt leygarkvøld kl. 19 í kjallaranum í Eliaskirkjuni á Vesterbro Torv, Vesterbrogade 49, bert 2 min. frá Føroyahúsinum. Bussarnir 1,6, 14, 16, 28 steðga nærhendis. Øll kunnu vera við. Fleiri upplýsingar við at venda sær til Atla Rasmussen, tlf. 32886727, ella John Petersen, tlf. 36789046.


Kristnastova

Birmavej 36, København S, tlf. 31 55 18 09 /

fax 31 58 61 49.

Fríggjakvøldið kl. 20 er kristiligur fundur. Sunnumorgunin kl. 11 er samkomufundur við breyðbróting og sunnudagsskúli kl. 12.30.


Evangeliska Røddin

Odense. Føroyska sendingin frá Odense Radio hoyrist hvønn mikudag kl. 16.40, danska tíð, á FM 107,1 MHz.


Malta, Hirtshals

Sunnudag:

Kl. 11: Breyðbróting.

Sunnudagsskúlin byrjar aftur, tá skúlarnir byrja.

Kl. 18: Evangeliskur fundur.

Mikukvøld kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti.

Øll eru hjartaliga vælkomin til hesi møti. Eftir fundirnar bjóða vit ein drekkamunn.

Samkoman Malta

í Hirtshals


Føroyahúsið

í Keypmannahavn

Vesterbrogade 17 A

1620 København V

Tlf. 31 23 15 87

Fax 31 23 15 18

Kunningartlf. 31 23 15 86, sum sigur frá øllum tiltøkum.

Kaffistovan er opin frá kl. 14-19 hvønn dag uttan leygardag. Mánadag kl. 17? 19 er Dagur og Vika o.a. Týsdag kl. 17.30 er døgurði. Føroysk bløð liggja frammi. Døgurðamatur, fløgur, bond, bøkur og ullvørur eru m.a. at fáa á kaffistovuni.

Ráðgevingin: Tlf. 31 23 99 80, Fax 31 23 92 34 er opin mánadag, týsdag og hós-dag kl. 11.30?15.30. Mikudag kl. 14?18.

MFS, Tlf./fax 33250210 Opið mikudag og fríggjadag kl. 16?18.

Oyggjaskeggi, tlf./fax 31232310.

Nærvarp Okkara, tlf. 31228401.

Skúlin, 53681757.


Føroyingafelagið

í Aalborg

Lille Kongensgade 10B

9000 Aalborg

Tlf. 98 13 63 30

Húsið er opið:

Mánadag, mikudag og fríggjadag frá kl. 17-19.

Leygardag frá kl. 22-03.

Føroysk bløð liggja frammi, fríggjadag eisini Dagur og vika.

Hvønn sunnudag kl. 17 er kórvenjing í húsinum.

Hvønn týsdag er føroyskur skúli fyri børn á Herningvejskole.

Í høllini á Filstedsvejensskole: Týskvøld og hóskvøld hondbóltsvenjing fyri menn og kvinnur. Fríggjakvøld kl. 18-20 innandura fótbóltur.

Nærri boð um tiltøk og tíðir á tlf. 98 15 38 78.


Føroyingafelagið

í Århus

Vestergade 48 D,

8000 Århus C

Áarstova er opin mánad.? hósdag kl. 16-18.

Fríggjakvøld kl. 21-03, atgongumerki fyri ikki limir 10 kr.

Føroyskur skúli fyri børn leygardag, ólíka vikur, frá kl. 11.00 til 14.00.

Innandura fótbóltur í Bellevue høllini leygardag kl. 19.

Innandura fótbóltur í Hasselager Skole frá kl. 15-17.

Styrkivenjing og motión í Vorrevangsskolen hósdag kl. 18-19.

Flogbóltur í Frydenlundskolen fríggjadag kl. 16-18 og svimjing kl. 18-19.

Sertiltøk: Hoyrið telefonsvararan á tlf. 86-180604.


Føroyingar í Noregi

Føroyingar og fólk við tilknýti til Føroyar hittast til óformligan hugna fyrsta leygardag í mánaðinum á Kafé Asylet, Grønland 28, í Oslo.

Norsk-Færøysk Lag skip-ar fyri tiltakinum.

Felagið hevur

tlf. +47 22 67 48 29