Sigurd Poulsen, Landsbankastjóri: Óklókt at geva skattalætta nú

­ Uttan at taka lættan, sum fiskimenn fáa, innaftur frá øðrum samfelagsbólkum

­ Tað er ikki klókt at geva skattalætta nú, uttan at taka hann innaftur.

­ Heldur skuldu vit betalt uttanlandsskuldina niður, tí tað hevði givið skattalætta í longdini.

Stjórin í Landsbankanum, Sigurd Poulsen, er ógvuliga ivingarsamur um ætlanirnar at geva fiskimonnum skattalætta.

Hann sigur, at samfelagsbúskaparliga er tað ikki klókt at geva skattalætta nú, uttan at taka tað innaftur onkra aðrastaðni frá.

Hann sigur, at hann veit ikki so nógv um uppskotið hjá landsstýrinum um at lata fiskimonnum skattalætta.

Og táið hann ikki kennir uppskotið, kann hann ikki siga akkurát, hvussu tað fer at ávirka búskapin.

­ Men er ætlanin at geva ein skattalætta, uttan at taka hann innaftur frá øðrum samfelagsbólkum, er tað ikki búskaparliga skilagott fyri, sigur landsbankastjórin.

Fíggjarmálaráðharrin hevur tvørturímóti ført fram, at hesin skattalættin fer at geva landi og kommunum fleiri skattainntøkur, tí sjómenn fara at flyta heimaftur, og tað fer at gera, at eisini aðrir samfelagsbólkar kunnu fáa skattalætta.

­ Nei, fleiri skattalættar er tað ikki pláss fyri. ­ Skattalættin fer óivað at virka tann vegin, at fiskimenn fara at flyta heim - og at summir av teimum, sum ætlaðu sær at flyta, verða verandi. Men í hvussu stóran mun er ilt at siga.

­ Men at veita fleiri skattalættar, er ikki pláss fyri í búskapinum, sigur Sigurd Poulsen.


Skuldu hedur tátta í enn at slaka

Sigurd Poulsen sigur, at sjálvur skattalættin er ein slaking í fíggjarpolitikkinum

?Og eg haldi ikki, at tað er rætt at slaka nú.

Sigurd Poulsen sigur, at vøksturin í búskapinum var eini 8-9% í fjør, og tað er øgiliga stórur vøkstur.

­ Í ár er vøksturin er eitt sindur minni. Men búskapurin veksur framvegis nógv.

­ So heldur enn at slaka, átti landsstýrið at tátta í. Ikki nógv, men eitt sindur, so at vøksturin bleiv tálmaður.

Hann sigur, at vansin við at búskapurin veksur so nógv, er, at vit kunnu verða noydd at seta tálmandi tiltøk í verk í eini tíð táið tað liggur ringast fyri at tátta í.

­ Tvs, at vit verða kanska noydd at tátta í, í eini tíð táið trupulleikar eru í fiskivinnuni og hall er á fíggjarlógini.

­ Tað vil so aftur siga, at ístaðin fyri at mótarbeiða konjunkturunum, geva vit honum eitt skump sama veg, sum hann gongur.­ Avleiðingin av tí er, at broytingarnar verða so stórar hvønn vegin. Búskapurin fer longur upp, enn hann annars hevði kreppurnar verða djúpari, enn tær annars høvdu verið.


Skal takast innaftur

­ Tað vil siga, at tú heldur ikki, at tað er klókt at tosa um skattalætta til fiskimenn nú?

­Nei, ikki uttan so, at tað verður tikið innaftur frá onkrum øðrum.

­ Men eru aðrir bólkar í samfelagnum sinnaðir at betala tað innaftur, sum fiskimenn fáa í skattalætta, havi eg onki ímóti tí.

­ Hinvegin sigst, at ætlanin er eisini at skerja inntøkutrygdina hjá útróðrarmonnu.

­ Er tað so, fer tað at mótvirka skattalættanum. Og so mítt ynsku uppfylt um, at skattalættin eigur at verða tikin innaftur frá øðrum samfelagsbólkum.

Nú skattalættin til fiskimenn hevur verið til viðgerðar, er ført fram at hetta fer at gera kappingarførið hjá fiskivinnuni betri?

­ Ja, hetta er ein stuðul til fiskivinnuna og í so máta ger tað kappingarførið betri?

Men í Sosialinum í gjár heldur ein samfelagsfrøðingur, sum hevur ein slíka støðu í samfelagnum, at hann ikki kann leggja navn til, at kappingarførið batnar bara í fyrstuni. Tí hann heldur, at hesin skattalættin til fiskimenn fer at føra við sær, at eisini aðrir samfelagsbólkar fara at krevja betri sømdir, og at tað fer at leggja trýst á lønarlagið?

­ Ja, tað verður verður heilt avgerðandi, hvat hinir samfelagsbólkarnir siga. ­ Góðtaka teir, at fiskimenn hava serligar skattasømdir, verður onki trýst á lønarlagið av teirri orsøk.

­ Men góðtaka teir tað ikki, men vilja hava somu sømdir, leggur tað trýst á lønarlagið sum heild, og tað er onki serligt.

Her kann Sosialurin minna á, at einki týðir uppá, at hinir lønarbólkarnir góðtaka, at fiskimenn fáa sersømdir. Tí hóskvøldið mótmæltu 20 fakfeløg, við yvir 14.000 limum, ætlanini.

Hinvegin hava báði politikarar og fakfelagsfólk stúrt fyri handilsjavnanum og mælt frá at økja nýtsluna, fyri ikki at gera hann verri.

­ Handilsjavnin versnar av tí at búskapurin veksur. ­ Men yvirskotið á gjaldsjavnanum er so mikið stórt, at tað meiri enn uppvigar tað, at handilsjavnin versnar. So leingi gjaldsjavnin er so góður, eri eg ikki so bangin fyri handilsjavnanum.

Tú heldur, at nýtslan eigur at verða tálmað eitt sindur. Hvussu hevði tú gjørt tað, um tú vart fíggjarmálaráðharri?

­ Tað kann gerast uppá ymsar mátar. At hækka mvg ávirkar nýtsluna beinleiðis. ­ Men tað hevði eisini borið til at sett bundna uppsparing í verk, sigur Landsbankastjórin.

Eitt uppskot hevur verið at sett ein part av einum møguligum skattalætta í einum pensjónsgrunn?

­ Eg dugi ikki at síggja, at tað hevur so nógv við hvørt annað at gera.

­ Eg vænti ikki, at tað ber til við lóg, at gera eina pensjónsskipan bara fyri fiskimenn. Tað ger bara støðuna uppaftur verið.

­ Tí heldur enn at spjaða, hava vit tvørturímóti brúk fyri at styrkja tað sosiala samanhaldið.

­ Men tað er avgjørt skilagott, at teir ymsu samfelagsbólkarnir royna at byggja upp pensjónskipanir, sigur Sigurd Poulsen.