MEST framløgu á Arctic Circle Assembly

Arctic Circle er ein árlig altjóða ráðstevna, ið savna stjórnir, granskarar, vinnu, umhvørvisfelagsskapir, upprunafólk og aðrar áhugapartar at tosa um evni sum: veðurlagsbroytingar og umhvørvisvernd í Arktis, burðardyggan búskaparligan vøkstur, og samstarv millum lond.

 

MEST var boðin av Nordic Energy Research til ráðstevnuna í samband við teirra tiltak  "Zero Emissions Shipping - Accelerating the Green Transition in the Arctic". Vilhjálmur Djurhuus Jacobsen, leiðari fyri Burðardygd og ESG á MEST, umboðaði MEST - har hann hevði framløgu um granskingarverkætlanina, Green Sea Faroe, um serføroysk viðurskifti viðvíkjandi burðardygga orkuskifti á sjónum.

 

Tiltakið var sera væl eydnað og hølið stúgvandi fult.

 

##med2##