Borgarstjórin í Kyiv, Vitalij Klitsjko

Seks dripin í álopum á Ukraina í nátt

Borgarstjórin í Kyiv, Vitalij Klitsjko, sigur, at av teimum seks, sum hava latið lív í regiónunum kring høvuðsstaðin Kyiv í nátt, eru tvey børn

Borgarstjórin í Kyiv, Vitalij Klitsjko

Í minsta lagi seks fólk eru dripin í russiskum álopum á Ukraina í nátt, harav tvey børn. 

 

Hetta upplýsir ukrainska bjargingartænastan í einari dagføring í morgun.

 

Borgarstjórin í Kyiv, Vitalij Klitsjko, sigur, at eitt stórt russiskt dronuálop tíðliga í morgun elvdi til skaðar á hús, og her vórðu fleiri fólk særd. 

 

Hann leggur aftrat, at av teimum seks, sum hava latið lív í regiónunum kring høvuðsstaðin Kyiv, eru tvey børn.

 

Tíggju fólk eru bjargað út úr einum brennandi íbúðarbygningi í Dniprovskyj-økinum í Kyiv.

 

- Fimm fólk, sum búðu her, vórðu send á sjúkrahús og harímillum eitt barn, leggur borgarstjórin aftrat.

 

Í minsta lagi trimum øðrum ukrainskum regiónum verður sagt frá russiskum dronuálopum í nátt, og eitt nú í Zaporizjzja mistu íbúgvar í túsundatali streymin.

 

Borgarstjórin í Kyiv, Vitalij Klitsjko