Óli og Óli, skammið tykkum

? Ólanir Jacobsen og Breckmann kappaðust um at spilla út Ingeborg Vinther fyri opnari mikrofon, men heldur áttu teir at tikið í egnan barm

Í sambandi við viðgerðina í tinginum av málinum um skattalætta til sjómenn kom til illnar millum fyrrverandi floksfelagarnar Óla Jacob-sen og Ingeborg Vinther, og tey brikslaðu hvør øðrum mangt og hvat. Men eg haldi, at Óli Jacobsen fór út um øll sømilig mørk, og var tað hann segði ein jánkaslig roynd at fjala út yvir egna avmakt. Óli Jacobsen ákærdi Ingeborg Vinther fyri als einki at hava gjørt fyri limir sínar í FA, og at hennara einasta dygd var at brúka munn sín.

Um Óla Jacobsen havi eg hug at siga, at hann man vera ein tann størsti pragmatikari og tí eisini opportunistur sum í hesum landi gongur, og er tí einfalt ikki førur fyri at vera í nøkrum parti politiskt. Hann er kanska bæði klókur og annað gott, men hansara hugburður ger, at hann má og skal fríggja til høgru og vinstru bæði floks- og fakpolitiskt. Hetta átti hann at sæð sjálvur heldur enn at skýrt tey, sum minna hann á tað, fyri líkt og ólíkt. Óli brúkar ikki munn, men tað eru kanska organiskar orsøkir til, at hann ístaðin skrivar síðu upp og síðu niður. Tó var orðavalið í løgtinginum týsdagin ikki tað penasta, og havi hoyrt.

Um Ingeborg Vinther havi eg hug at siga, at hóast hon sigur nógv, og kanska eitt sindur ov nógv viðhvørt, so meti eg hana sum eina av teimum djørvu í tinginum. Ingeborg er tann einasti tinglimurin, sum kennir tað sum sína skyldu at verja tey lægstløntu, og hon er eisini tann einasta, sum torir at gera tað. Og hetta eigur hon nógv rós uppiborið fyri. Mær kundi lyst at hitt tann mann sum loyvir sær at ivast í, hvørjum Ingeborg heldur við.

Hvør hevur gjørt meira fyri limir sínar, veit eg ikki. Men eg veit, at Óli Jacobsen er ikki altíð á barrikadunum, tá hann eigur at vera har. Hvør var atburður hansara undir sjómannaverkfallinum. Hvat gjørdi hann miðskeiðis í 80?árunum, tá trolararnir lógu undir Føroyum og fyltu skipini við seiði og harvið tóku lunnarnar undir upsafiskiskapinum í nógv ár. Onkuntíð hevur hann glepsað, men so at siga hvørja ferð er tað pragmatikarin Óli Jacobsen, sum fer líka nógv í part við mótstøðumonnunum sum sínum egnu.


Og Óli Jacobsen heldur, at hann hevur vunnið sjómonnum ein sigur, nú hesir fara at fáa skattalætta. Men eg eri ikki eina einastu løtu í iva um, at hesin skattalætti bert og bert verður givin av eini einastu orsøk, og tað er fyri at fólkafloks- og sambandsmenn skulu sleppa ígongd við tað, teir hava ætlað í longri tíð, nevniliga at lækka lønina hjá lønmóttakarunum. Og verður uppskotið samtykt á tingi, tá hevur Óli vunnið ein pyrrussigur. Men hann hevur samstundis hjálpt fyrst og fremst Anfinni Kallsberg til sigurs.


Breckmann og

sosialistarnir

Nú veit eg ikki, hvussu Óli Breckmann bar seg at í skúlanum, men hann fær altíð politisku roknistykki síni til at ganga upp. Og hetta ger hann við at geva sosialismuni ella sosiaistunum (hvørjir teir so eru í hansara hugaheimi) ábyrgdina av øllum negativum fyribrigdum í samfelagnum. Og eisini týsdagin kom Breckmann við síni vanligu skivu, har hann segði seg samdan við navnanum Jacobsen um, at Ingeborg var heimsins størsta ónytta, og annars at sosialistarnir vóru orsøkin til alla heimsins neyð og mest av øllum til, at vit hava tað skattaprosentið, vit hava. Og so ein remsa við øllum utopisku lyftunum, sum fólkaflokkurin diskar upp við undan hvørjum vali. Um eitt skattaprosent upp á 30 til okkum vanligu og 20 til partafeløgini. Men tað tragikomiska er, at eingin fólkafloksmaður enn hevur megnað at gera roknistykkið liðugt. Tí tá tað kemur til at greiða frá, hvussu landskassin skal fáa pening, um skattainntøkan fer munandi niður. Og so fáa vit evl omaná evl um at íløguhugurin fer at vaksa og at landskassainntøkurnar tí eisini vaksa. Nei, Óli Breckmann og tínir, sum bert hugsa um at lívga egnar- og lummarnar hjá samhugaðum, tykkara tos og hugsanir um lágar lønir og lágan skatt kunnu bert elva til undirgang, tí teir persónarnir, sum tit siga fara at fáa landskassanum eyka inntøkur, eru teir, sum í dag snýta sama kassa fyri risaupphæddir. Og tað eru í veruleikanum teir, sum eru orsøkin til, at skattaprosentið er so høgt, sum tað er. Varð øll inntøka í hesum samfelagnum skattað, so rokni eg við, at vit høvdu havt ráð til at sett skattaprosentið nakað niður. Og vit høvdu tá havt eitt meira reint og liviligt samfelag. Og eg haldi tað er fantastiskt at Óli Jacobsen og Óli Breckmann skulu ditta sær at nýta eina herferð móti FA og Ingeborg Vinther sum rættvísgering av eini ætlan, sum bert hevur til endamáls at lívga teimum, sum longu hava nokk. Tí uppskotið um skattalætta til sjómenn fer í síðsta enda ikki at geva vanliga sjómanninum fyrimunir. Nei, tað verða teir vælløntu og reiðararnir, sum fáa fyrimunirnar.

Vónandi fer Ingeborg at halda fram við stríðnum, hóast hon í løtuni sær út til at standa rættiliga einsamøll.

Finnur Helmsdal,

tjóðveldismaður