Ein føroyingauppgerð var á skránni í næstbestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum ígjár.
Í høllini í Snede eydnaðist Rannvá Olsen (myndin) og liðfeløgunum í Ejstrup/Hærvejen at vinna 32-28 á Marionnu G. Eystberg og hennara liðfeløgunum í Ydun. Í steðginum var heimaliðið eisini frammanfyri við fýra málum. Tá var støðan 20-16.
Rannvá skoraði eitt mál fyri heimaliðið, og Marianna skoraði fýra mál fyri útiliðið.
Ejstrup/Hærvejen er nummar sjey í deildini við níggju stigum. Ydun er næstaftast við trimum stigum.
Í Bavnehøj Arena vunnu Elsa Egholm, Lív og Vár Zachariasen og teirra liðfelagar í Ajax 28-22 á Gudme. Útiliðið beit væl betur frá sær í fyrra hálvleiki, og í steðginum var Ajax bert á odda við einum máli, 15-14. Lív skoraði tvey mál í dystinum.
Ajax er nummar fimm í deildini við 10 stigum.











