Í vikuskiftinum vrður fult umfar í landskappingini. Seks dystir eru á skránni og mest spennandi dysturin er tann, sum verður í Havn sunnudagin.
Tá fara grannafeløgini H71 og Kyndil at dystast, og uppá spæl stendur eitt oddapláss í deildini.
Hvørki avliðunum hevur ráð at tapa dystin, tí væntandi er,at VÍF fær bilbukt við KÍF, og tað liðið, sum so tapir sunnudagin, missir tvey stig upp til oddaliðið.
Hjá Kyndil er støðan betri enn hon hevur verið leingi. Teir liggja á odda saman við VÍF, og hóast bæði H71 og StÍF liggja stutt aftanfyri, eru teir í løtuni liðið, sum er omaná.
H71 misti stig móti Neistanum seinast, og fyri teir hevur tað alstóran týdning at venda skeivu gongdini, áðrenn munurin fram til fremstu liðini gerst ov stórur.
VÍF hevur heimadyst í morgin, tá kolfirðingar vitja í Vestmanna. Seinasti dysturin hjá monnum er millum StÍF og Neistan.
Hjá kvinnunum verða eisini tríggir dystir hetta vikuskiftið, og har verður mest spenanndi dysturin í Klaksvík, har tey bæði botnliðini Stjørnan og VB fara at spæla. Tað hevur týdning fyri bæði liðini at vinna dystin.
Meistaraliðið Neistin spælir ímóti GÍ í morgin og sunnudagin spæla StÍF og VB. Kyndil hevur frí hetta vikuskiftið.