Georg den gæve liansvinger
Hin tiltikni teknimyndamaðurin, Jay Ward, skapti tann sera sjarmerandi »George of tthe Jungle« longu í endanum av 60?unum. Tá var George ein teknirøðfigurur, sum sást á øllum sjónvarpsskíggjum í USA, og hann var sera væl dámdur.
Walt Disney Pictures vísa hann nú í live action í filminum »George Den Gæve Liansvinger«. Stórur dentur varð lagdur á at varðveita magiin frá teknifilminum, og samstundis at geva nýggja ættarliðnum møguleikan at læra at kenna tann sjarmerandi og eitt sindur klossuta George. Hetta fantastiska frumskógarævintýrið er komið í heimin við stórari hjálp frá so matum fólkum sum Jim Hensons Creature Shop, sum hevur givið George og hansara vinum úr frumskóginum nýtt lív.
Sum lítil yvirlivt George eina flogvanlukku mitt í frumskógi Afrika. Nógva ár eru síðan liðin, og George (Brendan Fraser) er enn á lívi, og hann hevur tað gott í frumskóginum saman við sínum góðu vinum: teirri gløggu apuni Ape (John Cleese), fílinum Shep og fuglinum Tookie. Hugnin endar brádliga, tá Georg bjargar teirri vøkru stórbýargentuni Ursula Stanhope (Leslie Mann) frá undan eini vandamiklarum ljóni. Ursula er á safari í frumskóginum fyri at fáa luft undir veingirnar, áðrenn hon skal giftast við Lyle (Thomas Haden Church), sum eins og Ursula hoyrir til betra slagið í San Francisco. Georg og Ursula finna væl út av tí saman, men tað varir ikki leingi, fyrr enn Lyle kemur eftir brúður síni. Lyle fær tveir snýkisskjýttar, sum eru úti eftir at veiða sjáldsom dýr, sum teir kunnu selja, at fylgja sær. Áðrenn Georg varir, hevur Ursula hálað hann heim við til foreldrini. Møtið við sivilisatiónina, og serliga við farið Stanhope, gongur ikki stillisliga fyri seg, og samstundis er besti vinurin hjá Georg, Ape í støðugum vanda fyri at enda lívið sum ein høvuðsattraktión í Las Vegas.
Bjargið Willy 3
Jesse er vorðin 17 ár og Willy skal vera pápi. Jesse og hansara nýggi vinur, tann 10 ára gamli Max, stríðast móti ólógligari hvalaveiðu. Men Max er í álvarsamari moralskari tvístøðu.
Skurkurin er pápi hansara?