Væl veit eg, at Edmund hevur ikið á knøunum fyri at fáa Nyrup hendan vegin. Men timingin er vánalig. Tað er bæði óheppið og óhóskandi, at Nyrup vitjar Føroyar í hesum døgum. Hetta átti bæði løgmaður og forsætisráðharrin at sæð. Og gera teir ikki tað, kann hetta meira enn so gera, at viðurskiftini millum Føroyar og Danmark versna. Talan er um eitt stórt diplomatisk mistak.
Sjálvsagt ber til at koma við nógvum gitingum um, hví Nyrup júst nú hevur játtað at koma hendan vegin. Onkur fer helst at kalla tað illgitingar. Tað mugu tey um. Men eg haldi, at tað er vorðið Føroya fólki púra greitt, at eitt myrkaspæl er farið fram, og at stundin nú er komin til, at hetta steðgar eina ferð med alla.
Valár hjá báðum
Nyrup og Edmund hava brúk fyri hvørjum øðrum. Kanska er talan um eitt slag av sínamillum stuðli - ella einum slag av hjálp til sjálvhjálp.
Nyrup hevur ikki verið heppin, tá ið hann hevur skulað svarað spurningum í sambandi við bankagøluna. Og hevur hann fingið ábreiðslur fyri hetta. Nyrup er sum ein afturlatin ostra. Ein Føroya-ferð kann broyta myndina av manninum, nú ið stundar til val í Danmark.
Men tað er ikki bara í Danmark, at val er í hendi. Edmund byrjaði valorrustu sína í farnu viku, og fer hann helst at útskriva val, so skjótt frægasta løtan vísir seg. Tá kann vera gott at sóla sær í einari vitjan - ella báðum tveimum - av tí danska forsætisráðharranum.
Vánalig timing
Nógv vildu helst sagt, at ein tílík vitjan fer at bøta um viðurskiftini millum Danmark og Føroyar. Men talan er um rein kávalæti, og tað áttu stjórnarleiðararnir Edmund og Nyrup at hildið seg ov góðar til. Ein vitjan her og nú er bæði óhóskandi og ósømilig, tí timingin er so út av lagi.
Og hvat eru hesir ríkisfundir í veruleikanum fyri nakað. Talan er jú um reint óformligar fundir, sum hvørki løgting, landsting ella fólkating hava góðkent. Forsætisráðharrin avger jú kortini einsamallur, hvussu nógv álvara skal leggjast í fundirnar, og kunnu teir tí nýtast sum skálkaskjól fyri mangt og hvat.
Vitjanin ávirkar bankakanningina
Eina góða viku, áðrenn bankakanningin verður avdúkað, kemur danski forsætisráðharrin á vitjan. Tað kann hann gera í góðum treysti. Fyri tað fyrsta kann hann vísa spurningum frá sær, tí kanningin ikki er av. Fyri tað næsta ber illa til at seta honum teir røttu spurningarnar, tí úrslitið av kanningini ikki er tøkt.
Eisini kenst tað ikki sørt margháttligt, at Nyrup - høvuðsumboðið hjá donsku stjórnina í bankamálinum, eisini í sjálvum partabrævaumbýtinum - kemur til Føroya at hálsfevnast við løgmann, tá ið tað er hesin sami løgmaður, sum um stutta tíð skal taka avgerð um, um málið skal í rættin við t.d. einum kravi um, at donsku myndugleikarnir skulu rinda okkum 2 mia. krónur. Ikki bara kann ætlaða vitjan longu nú ávirka niðurstøðurnar hjá kanningarnevndini, men kann sjálv vitjanin eisini ávirka føroyskar politikkarar og Føroya fólk til at hyggja við blíðari eygum at møguligum donskum mistøkum. Føroyingar fingu jú ikki, sum teir kravdu, eina dómarakanning, har ábyrgd verður ásett. Nú mugu føroyingar sjálvir áseta ábyrgd við rættarins hjálp. Hetta verður ikki bara sum at siga tað. Og avgerðin skal takast skjótt, tí málini fyrnast um nakrar mánaðir.
Men hvør veit, kanska Nyrup longu hevur koyrt tær 2 mia. í skjáttina at taka við sær til Føroya tann 6. januar. Hetta hevði verið vorðið sum fongur hjá Edmundi.
Avlýsing Nyrups
mai 1995
Nyrup avlýsti sína seinast ætlaðu ferð til Føroya. Tað var í mai mánaði 1995. Í hesum sambandi kann tað vera áhugavert at umrøða onkrar av umstøðunum í sambandi við avlýsingina.
Spurningurin um dómarakanning var tá tað brennandi evnið. Tingið var samt um, at so skuldi vera, og eingin ivi var um, at ein breiður fólkaligur stuðul var aftanfyri. Men Nyrup var sum kunnugt hart ímóti.
Tí var ætlanin, tá ið Nyrup kom til Føroya, í eini mótmælisgongu at gera hann varugan við ymisk viðurskifti í Føroyum, m.a. kravið um dómarakanning.
Men tá bakkaði tann góði forsætisráðharrin knappliga. Hann avlýsti í evstu løtu sína Føroya-ferð, tí fregnartænastan - tað var kanska bara ríkisumboðið - hevði sneytað seg fram til, at tryggleiki Nyrups var í vanda.
Hóast biðið varð um eina frágreiðing - tí tað var ringt at hava sitandi á sær, at føroyingar ætlaðu at gera seg inn á forsætisráðharran - kom hvørki orð ella eiður frá Nyrup ella nøkrum øðrum donskum myndugleika.
Tá ið hugsað verður um tað hóvasták, ið varð, tá ið Nyrup av trygdarávum vildi avlýsa vitjan Salmon Rushdi?s, rithøvunda, ið skuldi taka ímóti eini heiðursløn í Danmark, so er tað ikki sørt ørkymlandi, at ein danskur forsætisráðharri kann avlýsa eina ferð til Føroya av trygdarávum, uttan at nakar fær at vita nágreiniliga hví.
»Í øllum góðum»
Onkur hevur sagt, at avlýsingin komst av, at tað í einum av brøvunum, har fólk varð kallað til fundur at fyrireika mótmælisgonguna, stóð, at Nyrup ikki slapp heilskapaður aftur til Danmarkar. Men so var ikki. Orðarætt stóð:
»Kenst tað rætt, at forsætisráðharrin skal koma higar til lands, verða móttikin sum ein leingi saknaður vinur og kanska enntá tann stóri frelsarin, og síðan fara av aftur landinum í øllum góðum, eins og her í Føroyum vóru øll væl nøgd, hóast harðar tíðir og vantandi rættartrygd?«
Smbt. Donsk-føroysku orðabókini hjá Føroya Fróðskaparfelag 1995, s. 202, stendur undir »forståelse«, at »í øllum góðum« merkir »i god forståelse«. Satt at siga, so trúgvi eg, at danski forsætisráðharrin gongur tryggari í Havnar gøtum enn í nøkrum donskum býi.
Men helst var tað ikki óttin fyri ágangi, sum gjørdi, at Nyrup avlýsti ferðina til Føroya í mai 1995. Nyrup ynskti bara at sleppa sær undan at standa til svars mótvegis kravinum um eina dómarakanning.
Kenn tína vitjunartíð, Nyrup
Eitt danskt orðatak sigur, »at tú skalt kenna tína vitjunartíð«. Nyrup kendi sína vitjunartíð í mai 1995, hóast grundgevingin hann gav fyri avlýsingini ikki var eftirfarandi. Spurningurin er, um Nyrup kennir sína vitjunartíð hesa ferð.
Eftir mínum tykki kann ein vitjan í Føroyum 6. januar 1998 gera meira skaða enn gagn í viðurskiftunum millum Danmark og Føroyar.