Koyring eftir bók og fløgu

Hósdagin var samkoma á Bileftirlitinum í samband við, at Skúlabókagrunnurin gav út Koyribókina, og Ráði Fyri Ferðslutrygd gav fløguna Síðsta Skríggj út

Á samkomu, sum hildin varð á Bileftirlitinum í samband við útgávuna av Koyribókini og fløguni Síðsta Skríggj, helt Helena Dam á Neystabø, leiðari á Skúlabókagrunninum, hesa røðu:


Ferðsluvanlukkur ráma mest ungdómin

Av øllum fólkatali landsins er ein sjeyndingur millum 15 og 24 ár. Hesin sjeyndingur eigur meira enn ein triðing av øllum teimum, sum deyð eru í ferðsluni.

Tað eru serstakliga teir ungu menninir, ið vera so meint raktir. Teir umboða meir enn tveir triðingar av teimum, sum deyð eru í ferðsluni í hesum aldursbólki.

Soleiðis kundu vit hildið fram at reksa upp úr hagtølum, eygleiðingum og frágreiðingum um hetta stóra vandamálið í ferðsluni. Men vit mega, ið hvussu so er, staðfesta, at her á landi ? eins og í øðrum londum ? eru tað lutfalsliga mest ungfólk, ið vera rámað av ferðsluvanlukkum ? og serliga álvarsomum ferðsluvanlukkum.


Hví man tað vera

so vorðið?

Man atvoldin vera ungdómsins lættsinni og ovfarakæti? Man tað vera vantandi ábyrgdarkensla og virðing fyri lógum og skyldum? Er atvoldin kanska ein ótamd tráan eftir spenningi og uppliving? Ella er tað ástarlangtan og tískil kanska trongdin at vísa seg hjá ungum monnum? Og ikki at gloyma: Er atvoldin rúsdrekka og/ella rúseitur?

Vit vita, at tað er als ikki so einfalt at svara tílíkum spurningum, tí atvoldirnar munnu vera so mangar. Og í mongum føri man samruni vera teirra millum.


Ferðsluhagtøl

Seinnapartin í 80-árunum vóru, sum vit minnast, nógvar ferðsluvanlukkur, ið serliga rámaðu ungdómin. Tey árini fórust í miðal eini 10 fólk um árið í ferðsluni, og vóru Føroyar tá í hagtølunum javnmett við lond, sum vit annars ikki plaga at sammeta okkum við heilsuliga.

Um tað mundið skipaði Ráðið fyri Ferðslutrygd fyri átakinum Stýr tær, har mestur dentur varð lagdur á tónleikin.

Í 90-árunum batnaði støðan tíbetur so mikið, at sammett við 80-árini lækkaði talið á teimum, sum doyðu í ferðsluni, við eini helvt. Atvoldirnar til henda bata hava óivað verið fleiri.

Hóast ferðsluhagtølini tykjast at benda á, at vit nú í so máta kunnu javnmeta okkum við tey lond, vit so fegin vilja sammeta okkum við, t.d. Norðurlond, so kunnu hvørki vit ella tey vera nøgd við støðuna, sum hon nú er. ? Tí kunnu vit góðtaka, at 5 fólk skulu láta lív árliga á vegunum, og at nógv fleiri fáa mein fyri lívið?

Sjálvandi ikki!


Arbeiðssetningur

hjá RFF

Við tí í huga, at tað er okkara unga fólk, ið lutfalsliga verður mest rámað av ferðsluvanlukkum, gjørdi starvsnevndin hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd tí av fyri 1 1/2 ári síðan at nýta meginpartin av orku síni til henda aldursbólkin.

Fløgan Síðsta skríggj, sum verður givin út í dag, er ? saman við øðrum tiltøkum ? partur av hesum miðvísa arbeiðssetningi.

Eg skal vegna Føroya Skúlabókagrunn bjóða tykkum at vera vælkomin til hesa lítlu samkomu, har ið »Koyribókin« og fløgan »Síðsta skríggj« verða lagdar fram fyri almenningin.

Ikki tykkum at siga, so vindur ferðsla og serstakliga koyring í egnum bili alt meira upp á seg. Nú er so at siga bilur í hvørjum húsi. Og hvørt ár fer ein hópur av føroyingum uttanlands við bili. Sum ferðslan økist, økjast eisini teir vandar og tað árin, sum stendst av nógvari koyring. Hvørt ár henda ? tíverri ? alt ov nógvar vanlukkur á teimum føroysku vegunum. Nøkur lata lív, onnur fáa varandi mein.

Meginparturin av teimum, sum á hvørjum ári taka koyrikort, eru unglingar um 18 ára aldur, ja, úti við 600 unglingar taka á hvørjum ári koyrikort. Hagtølini siga okkum, at tað eru tey ungu, sum í flestu førum eru offur fyri og atvoldin til ferðsluvanlukkurnar.

Skúlaverkið og aðrir almennir myndugleikar bera saman við foreldrunum eina stóra ábyrgd fyri, at tað unga ættarliðið verður sent út á farbreytina við nóg góðum førningi og við røttum hugburði. Koyriundirvísingin er sjálvsagt í einari lyklastøðu í hesum sambandi.

Koyrilærarafelag Føroya og Bileftirlit hava leingi havt ynski um, at tilfarið til koyriskúlan verður á føroyskum og lagað til føroysk viðurskifti. Og nú hevur tað eydnast. Koyribókin, sum í dag verður givin út, er ætlað at vera tað ástøðiliga grundarlagið í koyrifrálæruni í føroysku koyriskúlunum.

Tað eru teir báðir Jákup Jacobsen, koyrilærari sáli, og Theodor Hansen, sum hava staðið fyri týðingini og tillagingini til føroysk viðurskifti. Bileftirlitið og koyrilærarar hava havt ta fakligu viðgerðina um hendur. Fyrst í komandi ári kemur ein spurnabók út við fyrireikandi arbeiðsuppgávum til koyriroyndina.

Koyribókin er eitt dømi um, at almennir stovnar samstarva, tá tað snýr seg um alment umvarandi mál. Landsskúlafyrisitingin, Bileftirlitið og Føroya Skúlabókagrunnur hava samstarvað um at fáa givið bókina út. Løgreglan, Ráðið fyri Ferðslutrygd, Landsverkfrøðingurin, Rúsdrekka- og Narkotikaráðið og Tryggingarsambandið hava verið holl í ráðum.

Skúlabókagrunnurin vil nýta hetta høvi at takka stovnum og einstaklingum fyri gott samstarv.

Tað skal vera okkara vón, at Koyribókin verður við til at bøta um trygdina í ferðsluni, og at hon mennir koyrivitið hjá øllum bilførarum í Føroyum, ungum sum eldri.

Takk fyri.


Hósdagin s