Um »ólógligt« verkfall

Júst tí hann er løgfrøðingur, er tað so forargiligt at hoyra Anfinn V. Hansen sita og meyla, fyrst í útvarpinum og síðani aftur í sjónvarpinum, um ?ólógligt? verkfall. Uppísaman aftur og uppísaman aftur.

Eg visti ikki at Annfinn V. Hansen er serfrøðingur í arbeiðsmarknaðarløgfrøði. Men so veit hann kanska meir enn onnur um, hvør tann lógin er, sum verður brotin, um hon er gjørd á løgtingi ella fólkatingi, og nær hon er lýst og komin í gildi?

Eitt verkfall kann vera sáttmálabrot, t.v.s. brot á tær avtalur sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava sett upp í ein kollektivan sáttmála millum feløg hjá ávikavist arbeiðsgevarum og løntakarum. Og feløgini kunnu verða sektað, tað vita partarnir.

Men í Føroyum eins og aðrastaðni í demokratiskum londum er tað IKKI ólógligt at fara í verkfall, líka mikið hvør ið grundin er til at verkafólk taka til henda grundlógartryggjaða rætt.

Støðan er sjálvsagt ein onnur í fasistiskum londum. Og í undantaksførum heima hjá okkum, tá semja ikki fæst um nýggjan sáttmála og lóggávutingið tí við lóg ásetur lønar- og evt. onnur arbeiðsviurskifti í eitt avmarkað tíðarskeið. Men hetta er IKKI galdandi fyri viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum í Føroyum í dag.

At brúka orðið »ólógligt« um eitt verkfall er at kriminalisera ein demokratiskan rætt, sum er tryggjaður í grundlógini.

Annars hava hesi orð onki at gera við stríðið, sum nú er kyknað upp í samband við poitisku ætlaninar um serstakan skattalætta til fiskimenn.