Teir hava helst ásannað, at tað varð trupult at avvísa føroyska ynskið um innlit. Føroyingar hava leingi havt eitt ynski um at fáa innlit, og teir hava helst tikið ynskið í álvara. Høvdu teir áhaldandi [...] endaliga burtur. Kemur ein føroyskur peningastovnur í kreppu, fáa vit nú boðini at vita alt fyri eitt. Vit sleppa nú frá at hugsa um vit hava fingið allar upplýsingar frá dønum, tá ein avgerð skal takast [...] sigur Bárður Nielsen. Føroyskir myndugleikar hava í fleiri ár ilskast á danir um, at danskir politikkarar hava tvíhildið um, at teir ikki vilja veita føroyingum innlit í føroyska peningarstovns- og fíggjarøkið
Eisini kvinnufótbólur er í sterkari menning og fara vit heilt víst at síggja stór úrslit á hesum øki í framtíðini. Tað er einki at ivast í, at FSF eigur ein stóran part av æruni fyri tí framburði og tí menning [...] fyrisiting hava verið góð umboð fyri Føroyar. Hetta eiga landsins myndugleikar at viðurkenna og at taka til eftirtektar og eiga at stuðla fótbóltinum av øllum alvi. Vit ynskja FSF til lukku við merkisdegnum [...] Við hesum vórðu Føroyar viðurkendar sum fótbóltstjóð, og sigast má, at FSF og føroysku leikararnir hava gjørt sítt ítarsta til at liva upp til okkara luttøku í altjóða samstarvinum. Føroyar hava tikið
sæst aftur í tølunum hjá teimum. - Tað er torført at siga í løtuni, hvat tað merkir, at eitt nú smoltstøðir hava latið aftur á smáplássunum. Hugsandi er, at flestu arbeiðsfólkini á útoyggj búgva á staðnum [...] sigur, at gerast fólk arbeiðsleys og tilmelda seg hjá ALS, eru tey við í samlaðu tølunum. - Men tað gongur ein tíð, áðrenn vit síggja útfallið av hesum. Arbeiðsloysi veksandi Stjórin á ALS sigur, at tað kann [...] kann vera torført at síggja eitt ávíst mynstur í tølunum yvir arbeiðsleys. - Vit kunnu í hvussu er siga, at vit í seinastuni hava sæð ein tendens til eina generella øking í arbeiðsloysistølunum kring alt
Tónleikagrunni stovnsins og sponsoravtalum, og heldur Gunnar, at hetta kann vera teirra ískoyti til tann listarliga partin. Hann dugir væl at ímynda sær, at hetta kundi verið nakað, sum til dømis Norðoya Listafelag [...] persón, sum dámar væl at mála í frítíðini. Tá hesin frítíðarmálari varð spurdur, hví hann ikki luttók á listaframsýningum, hevði hann svarað, at tað eru so fáar, og tí so torført at koma fram sum listarfólk [...] 12. mars, og verður hon í Skálanum í Klaksvík. Evsta mark fyri at tekna seg til luttøku er tann 13. februar. Til ber at tekna seg við at venda sær til Norðoya Sparikassa.
høvi til at hoyra tey bæði, faðir og dóttir, Jens og Kristel Lisberg, á palli. Hesa seinastu tíðina munnu tað vera fá, ið hava megnað at lokka so nógv fólk á konsert sum Jens og Kristel. Og eftir at hava spælt [...] undir veingirnar. Hetta er fyrstu ferð í mong ár, at Jens stendur aftur á palli í heimbygdini og hetta er fyrstu ferð yvirhøvur, at suðuroyingar fáa høvi til at hoyra tey bæði Jens og Kristel, á palli saman [...] spælt fyri at kalla fullum húsum ymsastaðni norðanfyri, fara tey nú á pall í heimbygdini, Tvøroyri. Leygarkvøldið verður konsert í ítróttarhøllini í Trongisvági, har Kristel og Jens fara at spæla saman
ikki sørvingunum at halda fast, og við sigrinum opnaðu fuglfirðingarnir eitt glopp upp á fimm stig niður til SÍ, og tað kann væl vísa seg at gerast meira enn tungt hjá sørvingunum at taka aftur. Í hinum [...] Flogbóltur So er tað ein staðfesting, at gullstríðið í mansflogbólti fer at standa millum ÍF og Mjølnir. Leingi hevur SÍ annars nálgast uppi í teimum báðum oddafiskunum men eftir úrslitini um vikuskftið [...] dystinum hetta vikuskiftið gjørdi Mjølnir bart, tá Fram var á vitjan. Tað varð ikki roknað við, at Fram fór at gera stórvegis við Mjølnir, og tað megnaðu teir sum so heldur ikki. Brak í Klaksvík Við hesum
viðvíkjandi stovnanini av felagnum - hesum fara tey at greiða nærri frá hendan dagin. Fyrireikarnir vóna, at nógv fara at vísa tiltakinum áhuga og at eitt føroyskt felag fyri ættleiðing fær eina góða byrjan [...] ættleidd ella tey, ið ætla at ættleiða. Umframt at hava stovnandi fund av føroyskum ættleiðingarfelag, verður hetta eisini ein hugnadagur við ymiskum á skránni, og ein góður møguleiki at tosa saman. Okkurt verður [...] Seinastu árini er tað blivið alsamt meiri vanligt, at føroyingar velja at ættleiða børn úr útlondum. Fyri bæði foreldur og børn byrjar ein nýggj tilvera saman, sum í onkrum lutum brýtur frá tí hjá "vanligum"
kjarnorkuverkætlanir hava gjørt, at nógv lond aftra seg við at hjálpa landinum. -Vit mugu siga, at tað politiska veðurlagið er ímóti okkum, sigur Masood Hyder. Hann leggur afturat, at WFP leggur seg ikki út í [...] kaldi veturin er farin at gera um seg av álvara, og World Food Program ger tí enn eina roynd at útvega tí illa stadda fólkinum hjálp. Í einaei áheitan á altjóða samfelagið sigur WFP, at felagsskapurin hevur [...] barnaheimunum tvær máltíðir um dagin, sigur Masood Hyder. Hann sigur eisini, at nógvar norðurkoreanskar kvinnur eiga ov tíðliga, og at børnini mennast seint orsakað av matvørutrotinum. Tað stalinistiska Norðurkorea
danska ferðaskrivstovu um at flúgva ein túr um vikuna í vetur við skíðferðafólki milum Kastrup og Verona í Norðuritalia. Magni Arge, stjóri á Atlantsflogi, sigur, at felagið byrjar at flúgva til Italia tann [...] gongur eftir ætlan, kann tað henda, sigur Magni Arge, at eisini verður flogið til Italia í summar. Arbeitt verður við at fáa ein avtalu í lag um at flúgva charterferðir til eina aðra floghavn í Italia við [...] vetur verður so tikin sum ein roynd, og so verður sjálvandi roynt at sleppa at víðka hana komandi ár, sigur hann. ?Hetta er so avgjørt vert at byggja víðari á, sigur Magni Arge, stjóri á Atlantsflogi. Tað
skránni, umframt Eivør. Og einki er at ivast í, at tað var Eivør, sum flestu fólkini vóru komin at lurta eftir. Hóast hon alla tíðina tosaði enskt á pallinum, so hevði hon hug at smílast, tá okkurt føroyskt róp [...] Dublin, Írland: At føroyska landsliðið ferðast uttanlands, ger í nógvum førum, at møguleikar opna seg, sum annars ikki høvdu verið opnir. Og ein av hesum møguleikum tók Eivør Pálsdóttir av, tá hon týsdagin [...] mundi hon ikki ivast í, at her vóru fólk, sum vóru góð við seg. Tað vóru tó ikki bara føroyingar, sum vóru á staðnum. Annar helmingurin av fólkinum mundi vera úr Írlandi, og tó at tey ikki altíð skiltu