Seks milliónir svølta

Meiri enn seks milliónir fólk í Norðurkorea svølta og hava tørv á altjóða hjálp. Men landið stendur einsamalt, og tey ríku londini aftra seg við at veita fólkinum hjálp

Sambært matvørustovninum hjá ST, World Food Program, eru tað serliga tey eldru, kvinnurnar og børnini í Norðurkorea, sum hava tørv á matvøruhjálp. Tann kaldi veturin er farin at gera um seg av álvara, og World Food Program ger tí enn eina roynd at útvega tí illa stadda fólkinum hjálp.

Í einaei áheitan á altjóða samfelagið sigur WFP, at felagsskapurin hevur einki korn eftir til tað norðurkoreanska fólkið, og at tað tí eru færri enn 100.000 fólk, sum fáa neyðuga hjálp.

-Vit skava botnin, sigur WFP-umboðsmaðurin í Norðurkorea, Masood Hyder. Meiri enn fýra milliónir fólk fáa ikki tann neyðuga matin longur, og hetta eru serliga eldri fólk, kvinnur og børn, sigur hann.

WFP hevði sett sær fyri at veita norðurkoreanum 485.000 tons av mati í ár, men felagsskapurin hevur bara fingið tilsøgn um140.000 tons frá gevaralondunum, og minni enn so alt er latið.

USA, Avstralia, Kanada og ES lovaðu herfyri at veita Norðurkorea 77.000 tons av ymsum matvørum, men vørurnar koma ikki fram fyrr enn í apríl. So til ta tíð verða tað bara umleið 100.000 av teimum seks milliónunum, sum fáa mat, sigur WFP. Sum er fáa børnini á teimum norðurkoreansku barnaheimunum tvær máltíðir um dagin, sigur Masood Hyder. Hann sigur eisini, at nógvar norðurkoreanskar kvinnur eiga ov tíðliga, og at børnini mennast seint orsakað av matvørutrotinum.

Tað stalinistiska Norðurkorea stendur rættiliga einsamalt, tí landsins umstríddu kjarnorkuverkætlanir hava gjørt, at nógv lond aftra seg við at hjálpa landinum.

-Vit mugu siga, at tað politiska veðurlagið er ímóti okkum, sigur Masood Hyder. Hann leggur afturat, at WFP leggur seg ikki út í tey politisku viðurskiftini í Norðurkorea, ella hvat onnur lond halda um tey. Tí sum hann sigur:

-Tað mettar ongan.