Oddagrein· Fótbóltssambandið 25 ár

Týsdagin tann 13. januar vóru 25 ár síðan Fótbóltsamband Føroya varð sett á stovn. Hetta er ein stór hending, og øll kunnu bert vera samd um, at týdningurin av FSF ikki kann yvirmetast. Líta vit aftur á hesi 25 árini, so má ásannast, at føroyskur fótbóltur hevur ment seg ómetaliga nógv. Hesi árini er nógv hent innan fótbólt og alt, sum hevur við hesa ítrótt at gera. Vit hava fingið graslíkisvallir og grasvallir, vit eru komin upp í altjóða fótbóltssamstarv, og føroyskur fótbóltur hevur fingið altjóða viðurkenning.

Hetta hendi, tá Føroyar fingu sjálvstøðugan limaskap í altjóða fótbóltssamgonguni FIFA, og vit sama ár komu upp í UEFA. Við hesum vórðu Føroyar viðurkendar sum fótbóltstjóð, og sigast má, at FSF og føroysku leikararnir hava gjørt sítt ítarsta til at liva upp til okkara luttøku í altjóða samstarvinum. Føroyar hava tikið lut í EM og HM undankappingum. Hugsa vit um landsins stødd og tilfeingi er tað ikki ov nógv sagt, at okkara leikarar hava vunnið sær miklan heiður í nógvum av hesum kappingum. Dysturin í Landskrona setti Føroyar á fótbóltsheimskortið, og har hevur føroyskur fótbóltur verið síðan.

Tað eigur í sambandi 25 ára merkisdagin eisini at verða nevnt, at virksemið hjá yngru landssliðunum er í vøkstri og sterkari menning. Hetta boðar frá góðum fyri framtíðina hjá Føroyum sum fótbóltstjóð. Eisini kvinnufótbólur er í sterkari menning og fara vit heilt víst at síggja stór úrslit á hesum øki í framtíðini.

Tað er einki at ivast í, at FSF eigur ein stóran part av æruni fyri tí framburði og tí menning, sum hevur verði føroyskum fótbólti fyri hesi seinastu 25 árini. Ein slík menning kann bert verða framd og tryggjað av einum sterkum og vælskipaðum felagsskapi við góðari leiðslu. Danir hava eitt orðatak, ið ljóðar nakað soleiðis: "Æres den, som æres bør." Tað er eingin ivi um, at FSF eigur stóra tøkk og stóran heiður uppiborið frá føroysku tjóðini. Leikarar okkara hava gjørt. Føroyar kendar um allan heim fyri tað góða. Leikarar, venjarar, FSF leiðslur og fyrisiting hava verið góð umboð fyri Føroyar. Hetta eiga landsins myndugleikar at viðurkenna og at taka til eftirtektar og eiga at stuðla fótbóltinum av øllum alvi. Vit ynskja FSF til lukku við merkisdegnum og góðan byr framyvir.

Sosialurin