Seinastu árini er tað blivið alsamt meiri vanligt, at føroyingar velja at ættleiða børn úr útlondum. Fyri bæði foreldur og børn byrjar ein nýggj tilvera saman, sum í onkrum lutum brýtur frá tí hjá "vanligum" føroyskum familjum. Ættleiddu børnini koma frá ymiskum londum og eru ymisk til aldurs, tá tey koma til Føroya og hvørt einstakt hevur sína bakgrund og viðføri frá lívinum, áðrenn tey blivu ættleidd - hetta kann vera meiri og minni kent.
Leygardagin 3. apríl frá kl. 9 til umleið kl. 17 verður fjølbroytt tiltak fyri bæði børn og vaksin í leguhúsunum í Nesvík. Málbólkurin eru familjur við ættleiddum børnum, ættleidd ella tey, ið ætla at ættleiða. Umframt at hava stovnandi fund av føroyskum ættleiðingarfelag, verður hetta eisini ein hugnadagur við ymiskum á skránni, og ein góður møguleiki at tosa saman. Okkurt verður fyri børnini - spøl, sangur o.a. Fyri tey vaksnu verður umframt fundin viðkomandi fyrilestur v.m.
Ætlanin er, at felagið á fjølbroyttan hátt skal verða við til at samskipa felags áhugamál hjá limunum. Tað kann verða við hugnaløtum, fyrilestrum, upp-lýsing um ættleiðing, netverki, umboðan mótvegis myndugleikum o.s.fr.
Tað er ein mammubólkur í Havn, sum hevur tikið stig til tiltakið. Fyrsta stigið varð tikið í mai mánaða í fjør, tá ein fyrireikandi fundur varð hildin í Komm-unuskúlanum í Havn. Á hesum fundinum varð ein fyrireikingarbólkur mannaður, og hava tey arbeitt við ymiskum ætlanum viðvíkjandi stovnanini av felagnum - hesum fara tey at greiða nærri frá hendan dagin.
Fyrireikarnir vóna, at nógv fara at vísa tiltakinum áhuga og at eitt føroyskt felag fyri ættleiðing fær eina góða byrjan.
Tilmelding og møguligir spurningar hjá Anniku tlf. 310 649 ella Nitu tlf. 312 705. Freistin at tekna seg er sunnudagin 21. mars. Vaksin 200 kr., børn ókeypis.
Morgunmatur, døgurði og millummál er við í luttøkugjaldinum.










