Picasso-málningur seldur fyri 200 miljónir krónur

Arvingarnir seldu málningin, tí tað ikki læt seg gera fysiskt at deila hann millum arvingarnar

Ein Picasso-málningur, sum hvørki hevur verið til framsýningar ella hevur verið seldur síðan 1943, er nú seldur fyri stívliga 200 milliónir danskar krónur - ella 27 milliónir evrur.

 

Oljumálningurin varð seldur á einari uppboðssølu í París og er ein andlitsmynd av franska fotografinum og málaranum, Dora Maar, sum var sambúgvi hjá Picasso.

 

Málningurin varð keyptur av einari franskari familju í 1944 og var verandi partur av samlingini hjá familjuni í fleiri ára tíggjur, til arvingarnir gjørdu av at selja.

 

Fólk høvdu ikki sæð málningin fyrr enn á uppboðssøluni, og einasta prógv um, at málningurin var til, var ein mynd av málningin, siga fleiri listaserfrøðingar.

 

Sagt verður, at arvingarnir seldu málningin, tí tað ikki læt seg gera fysiskt at deila hann millum arvingarnar.