Fram í ljósið

Norðoya Sparikassi er nú farin í holt við at skipa fyri einari listaframsýning, sum skal lata upp á Grækarismessu

Klaksvík:
Fram í ljósið er heitið á spennandi listaframsýning, sum Norðoya Sparikassi skipar fyri. Hetta er ein listaframsýning ætlað teimum ókendu og minni kendu listarfólkunum.
? Hetta kann kanska kallast ein pallur fyri tey, sum ikki eru so kend innan listarheimin í Føroyum, men væl kundu hugsað sær at havt framsýning, greiðir Gunnar Nolsøe, marknaðarleiðari í Sparikassanum frá.
Norðoya Sparikassi stuðlar tónleika lívinum og ítróttinum við eitt nú Tónleikagrunni stovnsins og sponsoravtalum, og heldur Gunnar, at hetta kann vera teirra ískoyti til tann listarliga partin.
Hann dugir væl at ímynda sær, at hetta kundi verið nakað, sum til dømis Norðoya Listafelag ella onnur tóku yvir við stuðli frá Sparikassanum, um undirtøkan verður góð.
? Hetta er í øllum førum eitt ískoyti frá Sparikassanum fyri at víðka um møguleikarnir hjá teimum minnu kendu listarfólkunum, sigur Gunnar Nolsøe.

Fáir møguleikar
Tað var ein starvsfelagi hjá Gunnari, sum upprunaliga kom við hugskotinum. Hesin hevði tosað við ein persón, sum dámar væl at mála í frítíðini. Tá hesin frítíðarmálari varð spurdur, hví hann ikki luttók á listaframsýningum, hevði hann svarað, at tað eru so fáar, og tí so torført at koma fram sum listarfólk í Føroyum. Hetta fekk áðurnevnda starvsfelaga hjá Gunnari at koma til hansara og spyrja, um tað ikki var eitt hugskot, sum arbeiðast kundi meira uppá.
Gunnar var beinanvegin við upp á hugskotið, og saman arbeiddu teir seg fram til tað, sum í dag verður kallað Fram í ljósið. Ein listaframsýningin einans fyri teimum ókendu og minni kendu listarfólkunum.
-? Vit løgdu hugskotið fram fyri onkran av okkara meira kendu listarfólkum, og hesi hildu tað vera eitt frálíkt hugskot, sigur Gunnar Nolsøe.
Listaframsýningin letur ætlandi upp á Grækarismessu tann 12. mars, og verður hon í Skálanum í Klaksvík. Evsta mark fyri at tekna seg til luttøku er tann 13. februar. Til ber at tekna seg við at venda sær til Norðoya Sparikassa.