Arbeiðsloysi
Í samrøðu við Sosialin herfyri, segði Sofus Johannesen, nevndarformaður í Gjáarsmolti og bygdarráðsformaður í Gjáar kommunu, at smolt-og alivinnan er størsta bygdamenningartiltak í nýggjari tíð.
Nú fleiri smoltstøðir hava latið aftur, og virksemið á øðrum er minkandi, hava vit vent okkum til Lisabeth Gaardbo, stjóra á ALS og spurt hana, um arbeiðsloysið í smolt-og alivinnuni sæst aftur í tølunum hjá teimum.
- Tað er torført at siga í løtuni, hvat tað merkir, at eitt nú smoltstøðir hava latið aftur á smáplássunum. Hugsandi er, at flestu arbeiðsfólkini á útoyggj búgva á staðnum, men tað kann vera eitt sindur ymiskt, hvar tey búgva, har landafast er til tey størru økini.
Hon sigur, at gerast fólk arbeiðsleys og tilmelda seg hjá ALS, eru tey við í samlaðu tølunum.
- Men tað gongur ein tíð, áðrenn vit síggja útfallið av hesum.
Arbeiðsloysi veksandi
Stjórin á ALS sigur, at tað kann vera torført at síggja eitt ávíst mynstur í tølunum yvir arbeiðsleys.
- Vit kunnu í hvussu er siga, at vit í seinastuni hava sæð ein tendens til eina generella øking í arbeiðsloysistølunum kring alt landið.
Hon vísir á, at tá ið tølini vórðu uppgjørd í desember, vóru umleið 700 fólk arbeiðsleys.
- Um einar tvær ella tríggjar vikur hava vit aftur nýggj tøl fyri januar.
Lisabeth sigur, at vanliga eru tølini yvir arbeiðsleys størri hesa tíðina av árinum enn annars, men tølini higartil í vetur eru heldur størri enn tølini fyri síðsta vetur.
- Jú, vit síggja ein tendens til eina generella øking um alt landið. Tó vóru tølini fyrst í desember ikki hægri enn somu tíð í 2001, sigur stjóri á Arbeiðsloysisskipanini, Lisabeth Gaardbo.
Myndatekstur:
- Tað er torført at siga, hvat tað merkir fyri arbeiðsloysistølini, at smolt-og alivinnan eru í kreppu. Ein tíð gongur, áðrenn vit síggja útfallið av hesum, sigur Lisabeth Gaardbo, stjóri á ALS