Flogbóltur
So er tað ein staðfesting, at gullstríðið í mansflogbólti fer at standa millum ÍF og Mjølnir. Leingi hevur SÍ annars nálgast uppi í teimum báðum oddafiskunum men eftir úrslitini um vikuskftið má tað standa mest sum greitt, at teirra leiklutur í hesum er av á hesum sinni.
Møguleikin hevði framvegis verið til staðar, um sørvingar høvdu fingið stig burtur úr dystinum á Kambsdali sunnudagin, har ÍF tó varð mett sum favorittur. Eitt heiti, sum fuglfirðingarnir eisini livdu upp til. Tó at talan var um hampuliga jøvn sett, so tóktist alt ganga heimaliðnum til vildar tey bæði fyrstu settini, men tá SÍ so tók sær av triðja settinum, kom spenningurin aftur í dystin.Tað eydnaðist tó ikki sørvingunum at halda fast, og við sigrinum opnaðu fuglfirðingarnir eitt glopp upp á fimm stig niður til SÍ, og tað kann væl vísa seg at gerast meira enn tungt hjá sørvingunum at taka aftur.
Í hinum dystinum hetta vikuskiftið gjørdi Mjølnir bart, tá Fram var á vitjan. Tað varð ikki roknað við, at Fram fór at gera stórvegis við Mjølnir, og tað megnaðu teir sum so heldur ikki.
Brak í Klaksvík
Við hesum er lagt upp til eitt satt brak, tá Mjølnir komandi sunnudag tekur ímóti ÍF. Ein dystur, sum verður ein endurtøka av finaludystinum í Mjølnir-kappingini fyri tveimum vikum síðani, tá ÍF tryggjaði sær pláss í steypafinaluni.
Ta ferðina varð talan um ein sannan gysara, sum gekk yvir øll fimm settini, og tað kann so væl og virðiliga henda seg, at talan verður um eina endurtøku hesaferð. Í øllum førum tykjast dygdirnar hjá liðunum báðum í mangar mátar at viga upp móti hvørjari aðrari, so tað verða allar helst teir minstu av teimum smáu marginalunum, sum verða á muni í dystinum, sum allar helst fer at viga heilt tungt, tá gullmerkini fyri kappingarárið skulu hangast um hálsin.