Jens og Kristel syngja fyri suðuroyingum

Saman við frálíku tónaleikarum sínum, fara faðir og dóttir at hava konsert í ítróttarhøllini í Trongisvági leygarkvøldið

Konsert

Nú fáa suðuroyingar eisini høvi til at hoyra tey bæði, faðir og dóttir, Jens og Kristel Lisberg, á palli.
Hesa seinastu tíðina munnu tað vera fá, ið hava megnað at lokka so nógv fólk á konsert sum Jens og Kristel.
Og eftir at hava spælt fyri at kalla fullum húsum ymsastaðni norðanfyri, fara tey nú á pall í heimbygdini, Tvøroyri.
Leygarkvøldið verður konsert í ítróttarhøllini í Trongisvági, har Kristel og Jens fara at spæla saman við sínum frálíku tónleikabólki, ið telur nakrar av okkara allarfrægastu tónleikarum.
Nevnast kunnu Ólavur Øster, Arnbjørn Sivertsen, Rógvi á Rógvu, Edvard Nyholm Debes,Jákup Zachariasen og Magni Johannesen. Kór syngja Barbara og Harriet.
Á plakatunum stendur, at konsertin verður klokkan 21. Men av tí, at flogbóltur skal vera í høllini um dagin, er konsertin útsett til klokkan 22.
Við á konsertini verður eisini Marner, beiggi Jens, sum eisini er gamalur í garði í føroyskum tónleikahøpi og hann fer at spæla nakrar sangir saman við teimum.
Bæði Jens og Marner eru kendir í tónleikahøpi og í nógv ár ferðaðust teir runt alt landið við tónleikabólkinum Sputnik.
Men hesa seinastu tíðina hevur somuleiðis Kristel, dóttir Jens, eisini rættiliga fingið luft undir veingirnar.
Hetta er fyrstu ferð í mong ár, at Jens stendur aftur á palli í heimbygdini og hetta er fyrstu ferð yvirhøvur, at suðuroyingar fáa høvi til at hoyra tey bæði Jens og Kristel, á palli saman.
á konsertini verður fjølbroyttur tónleikur, bæði country, rokkur, fólkatónleikur og gospel.
Tey bæði arbeiða eisini við eini fløgu, sum kemur út í næstum og konsertirnar eru eisini eitt lið í fyrireikinginum til tað.
Atgongumerkini kosta 150 krónur og tey eru at fáa við Bakkhús í Hvalba, á Statoil og í Tangabúðini á Tvøroyri og á Statoil og á Shellstøðini í Vági.