Dublin, Írland: At føroyska landsliðið ferðast uttanlands, ger í nógvum førum, at møguleikar opna seg, sum annars ikki høvdu verið opnir.
Og ein av hesum møguleikum tók Eivør Pálsdóttir av, tá hon týsdagin hevði framførslu á hugnaliga Hotel Holiday Inn, har trý írsk nøvn eisini vóru á skránni, umframt Eivør.
Og einki er at ivast í, at tað var Eivør, sum flestu fólkini vóru komin at lurta eftir. Hóast hon alla tíðina tosaði enskt á pallinum, so hevði hon hug at smílast, tá okkurt føroyskt róp kom úr salinum, og tá øll fjøldin sang við til »mær leingist«, mundi hon ikki ivast í, at her vóru fólk, sum vóru góð við seg.
Tað vóru tó ikki bara føroyingar, sum vóru á staðnum. Annar helmingurin av fólkinum mundi vera úr Írlandi, og tó at tey ikki altíð skiltu tekstirnar, so tóktist ikki nakar ivi vera um, at hetta eisini var ein hugtakandi løta fyri tey.
Og tað var tað so sanniliga eisini, tá tann lokala Roisin Elsafty trein á pallin. Enn er hon kanska ikki nakað stórt navn, men tað hevur hon allar møguleikar at gerast. Fjøldin sat sum á nálum, tá syrgiligar írskar og skotskar vórðu framførdar uttan hjálp frá nøkrum øðrum enn røddini.
Afturat sær hevði Eivør annars Cora Lunny, sum spælir violin, og eins og restin av kvøldinum, so eydnaðist samspælið teirra millum væl. Eisini hóast tær bert høvdu kent hvønn annan í tveir tímar. Og tá allar tríggjar at enda fóru upp á pallin, mundi fagnaðurin ongan enda tikið. Um tað vóru føroyingar ella írar, sum høvdu sigrað, var kanska óvist, og sum so var tað eisini líkamikið. Øll í salinum høvdu havt eina framúr løtu, har vakur tónleikur slapp at vera í hásætinum.