frammanfyri hinar bátarnar. Men Fípan Fagra vísti seg at vera hara, sum teir plaga at kalla tað í rennikappingum, tá ein leggur ógvusliga fyri, men ikki megnar at halda tørn um oddasessin. Fípan Fagra steðgaði [...] vunnin í 1992. Men so eigur at verða lagt afturat, at hin dreingjabáturin hjá Havnar Róðrarfelag, Drekin, vann FM í 1993, 1996 og í 1997. Í Havnar Róðrarfelag ganga teir høgt uppí, at árið í ár er tað fyrsta [...] søtur. Eitt var, at hetta var triðja ferðin upp í slag, at FM vinnararnir tvey tey seinastu árini vunnu á ólavsøku. Harvið vunnu teir ferðasteypið til ognar. Hin síðan av søkini var, at teir umborð á Tjaldrinum
ábending um, at á liðnum eru fleiri av bestu spælarunum í landinum. Kanska heldur onkur, at tað er ein fyrimunur fyri NSÍ spælararnar, at teir hava hjálparvenjaran hjá Henrik Larsen so tætt upp at sær í ge [...] spælarar er, at Jógvan Martin Olsen hevur verið venjari hjá teimum á yngru landsliðunum og tískil væl veit, hvat teir standa fyri, og hvat teir mega í altjóða dystum. Einki er at ivast í, at boð fara at verða [...] g. Annað er, at útisetatalið er minkað ógvuliga nógv, og hitt er, at NSÍ rættuliga er komið á landsliðskortið. Tá Henrik Larsen var vorðin venjari, var ein av útsøgnunum, hann kom við, at nú skuldi hann
ferðir um reppið at bera vandamiklar støður við sær. Tað var luturin hjá ÍF at mynda spælið. Teir royndu, men tað gekk illa hjá teimum at spæla seg til upplagdar málmøguleikar. Eftir at B68 var komið á [...] so til hesa ferð var, at teir høvdu gloymt rætta hugburðin eftir við hús. Ivaleyst var tað ótilvitað, men tað er ein veruleiki, at gestirnir á Svangaskarði høvdu ógvuliga ilt við at finna stríðshamin fram [...] 2. deild Tað ber ikki til at siga annað, enn at vikuskiftið royndist heilt framúr hjá toftamonnum. Sunnudagin vunnu teir í 1. deild á útivølli ímóti B36, og leygardagin løgdu teir lunnar undir stóru úrtøkuna
eru læknar fyri at vera læknar, sum siga at her eigur at vera ein høvuðslækni, sum kennir fólkið í sýsluni, og sum kundi fingið skipaðar frídagar eftir ynski. Somuleiðis siga læknarnir, at umstøðurnar her [...] Dimmalætting 4. sept., føli eg mær trongd til at gera eina viðmerking. Sjálvur meti eg at maðurin má hava etið eitt lítið kramarhús av bláseymi og eigur hann at fáa skurðviðgerð, so hann sleppur av við hendan [...] longri aftur í tíðini eisini. Landsstýrismaðurin tosar um at røkja okkum frá Havnini av átta tímar um samdøgrið. Hvør lækni vil tað, heldur enn at búgva á plássinum? Ella skal tað vera nevan fyri nøsina
Ætla tit at vinna FM triðja árið á rað? ? Tað er púra ómøguligt at siga nakað um tað akkurát nú. Nú ræður um at spenna frá. Eftir nýggjár fæst at síggja, um manningin verður heima, og um hugurin at leggja [...] Molanum var sjón fyri søgn, at Smyril var stinnari enn allir hinir. ? Kappingin hevur verið sera tøtt, og tað hevur verið torførari at vinna meistaraheitið í ár, enn tað var í fjør. At fleiri manningar hava [...] hesa ferð var nummar seks. Tað vil siga, at munurin ímillum hesar báðar var ikki meiri enn ein stór bátslongd. At Strálan megnaði triðja plássið, hevði við sær, at teir rukku sama stigatali, sum Páll Fangi
amerikanskir embætismenn. Men ber tað til at skipa Irak sum eitt demokratiskt land, soleiðis sum amerikanarar ætlað? Fleiri eygleiðarar halda, at tað frægasta svarið er, at eitt demokratiskt stýrislag kann ikki [...] boðað frá, at hann fer ikki at senda umboð á fundin. - Vit fara ikki á fund. Eftir okkara tykki er hetta eitt tekin um tað komandi amerikanska harravaldið í Irak, og vit ætla okkum als ikki at verða partur [...] fundin, og teir hava boðað frá, at teir ætla sær ikki at lýða harraboð frá einari amerikanskari leiðslu, hvørki í Bagdad ella Washington. Leiðari teirra segði í síðstu viku, at USA spælir við eld. Eitt sprøklut
optimistisk, og vænta, at hetta fer at ganga. Vit hava lagt eina fíggjarætlan fyri árið, og okkara einasta mál í løtuni er at fáa hana at bera seg. Annars kann til stuttleikar nevnast, at í røðuni, sum Tordur [...] nýggju eigarunum er at fáa hotellið á landkortið. ? Vit vilja geva fólki eitt gott upplivilsi, so tey koma aftur til okkara. Ætlanin er eisini at fáa tey lokalu við, tí tað ber ikki til at liva av ferðafólki [...] knapt 200 fólk stukku inn á gólvið at heilsa uppá nýggju eigararnar. Og teir hava veruliga sett spitarin í botn, nú háárstíðin so smátt er byrjað. ? Vit vóru í holt við at klæða eini hús, tá fyrrverandi eigarin
áhugavert at fingið at vita, so føroya fólk kundi fingið eina meting av, hvussu væl fullveldissamgongan umsitur sína ábyrgd. Føroya fólk má sanna, at politiskir leiðarar, teir ið hava rygg at taka ábyrgd [...] rækjuflotin bjargaður verður kreppa her á landi. Nú hevði verið gott at havt 360 milliónir at tikið til, prísurin fyri fullveldispolitikkin kemur at níva. [...] meðan vit bíða eftir oljuni, so mugu vit sanna, at fiskivinna enn er og verður grundarlagið, sum okkara samfelag skal byggja tilveruna á. Vit kunnu ikki siga, at teir ikki kenna til olju og umhvørvi, hon flýtur
bendir á, at Voldemort aftur er farin at gera um seg, og tí verður lagt upp til enn eina styrkiroynd millum góðar og óndar kreftir. Hesaferð hevur Harry eisini nýggjar kreftir í sær sjálvum at stríðast [...] í Noregi sigur, at fimta bókin gevur okkum uppaftur meira av øllum tí, sum Rowling higartil hevur givið. Og BBC hevur sagt, at bókin kann fanga øll ? ung sum gomul. So er bara eftir at bíða eftir føroysku [...] málum í 200 londum. Góða undirtøkan hoyrir kanska gandaverðini til, og uttan at siga ov nógv, so eydnast tað aftur hesaferð Harry at sleppa væl burtur úr stríðnum ímóti myrkursins kreftum á Hogwarts, skúlanum
harmuligt, tá ið tað hevur eydnast at hildið tætt í 90 minuttir, at mótstøðumenninir so skulu fáa avgerandi málini í yvirtíðini. Men í kvøld kom tað ikki óvart á, at týskararnir fingu mál. Teir høvdu jú [...] Tað verður nokk trupult at fáa hasi sjey stigini nú, men hyggur tú at dystunum, sum vit hava leikt, so hevur tað verið ófatiliga nær við. Vit hava í øllum førum einki sum helst at skamma okkum yvir, og hóast [...] FØROYAR?TÝSKLAND Møguleikarnir hjá føroyska liðnum at fáa stig fara at fækkast. Enn er fyrsti sigurin í hesi undankappingini ikki vunnin. Leygardagin og aftur mikudagin vóru møguleikar fyri javnleiki,