2. deild
Tað ber ikki til at siga annað, enn at vikuskiftið royndist heilt framúr hjá toftamonnum. Sunnudagin vunnu teir í 1. deild á útivølli ímóti B36, og leygardagin løgdu teir lunnar undir stóru úrtøkuna, tá ið teir næstbestu, sum høvdu vitjan av ÍF, tóku alt. Talan var um fyrsta sigurin hjá B68, og talan var samstundis um fyrsta tapið hjá ÍF.
Fótbóltsspælið er undarligt. Næstsíðsta leygardag hevði B68 vitjan av B36, sum teir hava dygst frammanfyri sær í botninum. B36 vann 4?0. Hesa ferð var tað oddaliðið, sum vitjaði, og so eydnaðist tað B68 at vinna 1?0.
Einsamalla málið skoraði ábyrgdarmaðurin fyri 2. deildarliðnum hjá B68, Aksel Højgaard, tíðliga í 2. hálvleiki. Innlegg kom úr høgru. ÍF verjan royndi at sparka burtur, men ólukkutíð fyri fuglfirðingar so rakti bólturin í ryggin á einum av teirra egnu, síðani støkk hann til Aksel Højgaard, sum takkaði fyri tilboðið.
Ongar ábendingar vóru í spælinum um, at tað var nummar eitt, sum var og vitjaði nummar tíggju. ÍF hevði umleið somu manning, sum teir hava havt í fyrra helmingi av kappingini, tá ið tað hevur gingið strúkandi. Munurin frá flestu av hinum ferðunum og so til hesa ferð var, at teir høvdu gloymt rætta hugburðin eftir við hús. Ivaleyst var tað ótilvitað, men tað er ein veruleiki, at gestirnir á Svangaskarði høvdu ógvuliga ilt við at finna stríðshamin fram, sum eisini skal til, tá ið mótstøðuliðið ongantíð áður á árinum hevur megnað at vinna.
Sammett við ímóti B36, tá ið B68 fór á vøllin við vónini um, at teir kanska kundu spæla seg til stig, so var tað væl einfaldari hesa ferð. Við Mannbjørn Nesá sum sera sannførandi aftasta manni, so vóru teir í verjuni avgjørdir, tá ið teir ruddaðu upp. Mortan Hansen í málinum var stinnur í luftspælinum, og longu útspørkini hjá honum vóru fleiri ferðir um reppið at bera vandamiklar støður við sær.
Tað var luturin hjá ÍF at mynda spælið. Teir royndu, men tað gekk illa hjá teimum at spæla seg til upplagdar málmøguleikar. Eftir at B68 var komið á odda, var tað í longum løtum so at siga spæl til eitt mál. Fleiri ferðir lógu innleggini væl, men oftast restaði tann, sum skuldi stýra bóltinum í málið, og tá ið tað endiliga eydnaðist at møta innlegginum, so fór bólturin skeivu megin stólpan.
Besta møguleikan fekk ÍF miðskeiðis í 2. hálvleiki. Jan Skoradal royndi at bróta ígjøgnum, Jóhan Dávur Højgaard, tóktist gera obstroktion dygst innanfyri brotsteigar samankomingina, men dómarin metti brotið til ellivu metra spark. Ken Bærentsen hevur verið fastur brotssparksskjútti hjá ÍF. Hann fór tíðliga út við skaða. Aftasti verjuspælarin, Áki Petersen, fekk uppgávuna, men royndin var ikki góð, og tað var barnamatur hjá Mortani Hansen at tveita seg til høgru fyri seg sjálvan og bjarga.
Dysturin í tølum
B68?ÍF 1?0 (0?0)
1?0: Aksel Højgaard