Teir borgarligu jarðleggja rækjuvinnuna

Sverre Midjord

Tíðirnar broytast, men grundarlagið undir okkara samfelag broytist ikki, fiskivinnan er og verður grundarlagið.
Sjálvstýrisflokkurin umsitur oljumál í Tinganesi við øllum, ið tað kostar. Fimm ár hevur landsstýrismaðurin í oljumálum Eyðun Eltør, sami maður, ið umsitur umhvørvið, og meðan vit bíða eftir oljuni, so mugu vit sanna, at fiskivinna enn er og verður grundarlagið, sum okkara samfelag skal byggja tilveruna á. Vit kunnu ikki siga, at teir ikki kenna til olju og umhvørvi, hon flýtur á Havnavág.
Hvussu nógv lógaruppskot, ið eru komin frá sjálvstýrislandsstýrismanninum hevur verið áhugavert at fingið at vita, so føroya fólk kundi fingið eina meting av, hvussu væl fullveldissamgongan umsitur sína ábyrgd.
Føroya fólk má sanna, at politiskir leiðarar, teir ið hava rygg at taka ábyrgd, teir fækkast. »Man må sno sig«, segði állurin.
Vit hava havt eitt verkfall, ið kundi verið avgreitt uttan at fakfelagsrættindi vildu blivið skerd, tað er altíð ein spurningur um vilja og ábyrgd.
Jóngerð Purkhús vísti hesa ábyrgd, tá hon orsakað av, at byggivinnan var í kreppu, so setti hon tollin og avgjøld av byggitilfari niður frá 33% til 6% fyri at stimbra hesa vinnu. Hvat hevur verandi landsstýrismaður eisini úr Tjóðveldisflokkinum gjørt? Tað er ikki nógv, higartil hevur hann víst til tað, ið fór fram í 80-unum, og tað brúkar hann og Landsstýrið sum undanstøkking.
Tjóðveldisflokkurin umsat eisini fíggjarmál í ringastu niðurgangstíðum. Tann landsstýrismaðurin tordi ? hevði rygg.
Fullveldismeldurin heldur fram. Flokkurin, ið segði seg umboða verkafjøldina og hann gjørdi tað, bæði á sjógvi og landi, hann hevur skift ham, hevur lagt seg høgru megin Fólkaflokkin og væl ber til.
Kendur tjóðveldislimur sannar hetta og ávarar í blaðgrein vísur Vagnur Michelsen á øll mistøkini, ið gjørd eru, hvussu teir eru drignir eftir oyrunum av Fólkaflokkinum, tað er frá sínum egnu, at ein skal hoyra sannleikan, men Vagnur tosar fyri deyvum oyrum. Sessirnir og maktin eru ov góð at sleppa.
Teir, sum ikki akta harraboð, verða bert settir frá, fyrst var tað Signar á Brúnni. Løgmaður segði, tað var justistmorð, Tjóðveldisflokkurin varð sitandi í samgonguni. Torbjørn var ikki tann rætti, tí hann hugsaði um útjaðaran. Hann visti, at tað var pláss uttanfyri Tórshavn, tað fall ikki í góða jørð.Og til síðst var tað Annlis, ið bleiv sett frá, har var grundarlagið ov veikt, men Tjóðveldisflokkurin tagdi. Høgni Hoydal umsitur tvey landsstýrisøki, tí hann vil vita sikkurt, hvussu støðuføst samgongan er. Innanhýsis ósemjur hava størri týdning at greiða, enn ein vinna, sum er í álvarsligari kreppu. Verður hon slept, tá vendist ikki aftur. Rækjuvinnan hevur ongan góðan í Tinganesi.
Fullveldissamgongan vil heldur gjalda skyldur, ið danska stjórnin hevur yvir fyri Føroyum, enn at stuðla føroyskari fiskivinnu.
Tað er tveir danskir embætismenn limir av verandi Landsstýri. Teir koma ikki at líða nakra neyð, teir fáa sína løn og eftirløn, hvussu við teimum fiskimonnum, ið vera uttan veiðutól og veiðurættindi? Hvør skal gjalda teimum til lívsins uppihald? Verður ikki rækjuflotin bjargaður verður kreppa her á landi.
Nú hevði verið gott at havt 360 milliónir at tikið til, prísurin fyri fullveldispolitikkin kemur at níva.