Tað óstýriliga Irak

USA hevur tilnevnt 43 irakar, sum skulu taka lut á einum fundi um framtíð landsins aftan á Saddam Hussein. Fundurin verður ætlandi í morgin, men tann stóri spurningurin er, um tann amrikanska ætlanin kann nýtast.

Eftir ætlanini skulu teir 43 iraksku leiðararnir, sum amerikanska stjórnin hevur funnið fram, á fund í morgin um, hvat skal henda í Irak, tá Saddam Hussein er fallin. Á fundinum verða eisini tríggir týðandi amerikanskir embætismenn.
Men ber tað til at skipa Irak sum eitt demokratiskt land, soleiðis sum amerikanarar ætlað? Fleiri eygleiðarar halda, at tað frægasta svarið er, at eitt demokratiskt stýrislag kann ikki nýtast í Irak orsakað av landsins etnisku og átrúnarligu viðurskiftum.
Og amerikansku fundarfyrireikararnir hava longu fingið sjón fyri søgn. Tann týdningarmesti shiamuslimski felagsskapurin, SCIRI, hevur boðað frá, at hann fer ikki at senda umboð á fundin.
- Vit fara ikki á fund. Eftir okkara tykki er hetta eitt tekin um tað komandi amerikanska harravaldið í Irak, og vit ætla okkum als ikki at verða partur í hesari verkætlanini, sigur talsmaðurin hjá SCIRI, Hamid al-Bayeti.
Útlagnir shiamuslimskir irakar, sum halda til í Iran, eru ikki bodnir á fundin, og teir hava boðað frá, at teir ætla sær ikki at lýða harraboð frá einari amerikanskari leiðslu, hvørki í Bagdad ella Washington. Leiðari teirra segði í síðstu viku, at USA spælir við eld.
Eitt sprøklut teppi
Arabisku londini tykjast sum nevnt í greinini niðanfyri vera á einum máli um, at irakar skulu ráða í Irak. Spurningurin er bara: Hvørjir irakar? Landið er sett saman av einum ótali av etniskum bólkum, ættum, ættarbólkum og trimum fólkabólkum, sum eru kurdarnir har norðuri, sunnimuslimarnir mitt í landinum og shiamuslimarnir har suðuri. Og so er vert at hava í huga, at av teimum 26 milliónunum í landinum eru shiamuslimarnir í meiriluta.
SCIRI er tann størsti andstøðufelagsskapurin hjá shiamuslimunum, og hann hevur sum nevnt boðað frá, at hann fer ikki á fundin, sum ameriksnararnir hava fyrireikað. Teir báðir kurdisku felagsskapirnir, PUK og KDP, hava ræði á sínum viðhaldsfólki, men kurdarnir eru lítið meiri enn ein fimtapartur av fólkinum í Irak. Hjá sunnimuslimunum eru tað tveir felagsskapir, INC og INA, sum kunnu sigast at hava nakran týdning. INA hevur tann veikleika, at nógvir av hansara leiðarum eru útlagnir fyrrverandi heryvirmenn. Hjá INC er trupulleikin, at nógvir irakar hava ikii álit á leiðaranum, Ahmed Chalabi, tí teir halda hann vera eitt, sum bara hongur í hølunum á amerikanarunum.
Irak hevur ongantíð í landsins 7000 ára longu søgu verið eitt demokrati, hvørki eftir vesturlendskum ella islamskum mátistokki, og flestu eygleiðararnir ivast í, at USA er ført fyri at "læra irakar pluralismu", sum sagt verður.
Verri enn Saddam
Verður Irak demokrati, og tann shiamuslimski meirilutin vinnur eitt demokratiskt val, er tað neyvan í samsvari við amerikansku ætlanina.
- So verður Irak eins og eitt Hizbollah-land við Mohammed Baqir, ayatollah sum leiðara. Og so endar Irak og alt økið í einari støðu, sum verður uppaftur verri enn Saddam Hussein, sigur ísraelski Miðeystur-serfrøðingurin Guy Bichor.
- Ella sagt við øðrum orðum: Irak aftan á Saddam Hussein kann enda sum Jugoslavia aftan á Tito, sigur hann.