FØROYAR?TÝSKLAND
Møguleikarnir hjá føroyska liðnum at fáa stig fara at fækkast. Enn er fyrsti sigurin í hesi undankappingini ikki vunnin. Leygardagin og aftur mikudagin vóru møguleikar fyri javnleiki, men vónirnar brustu báðu ferðirnar í evstu løtu.
? Tað er sera harmuligt, tá ið tað hevur eydnast at hildið tætt í 90 minuttir, at mótstøðumenninir so skulu fáa avgerandi málini í yvirtíðini. Men í kvøld kom tað ikki óvart á, at týskararnir fingu mál. Teir høvdu jú havt eina røð av møguleikum, áðrenn tað so eydnaðist.
Henrik Larsen líktist ikki einum tapara, tá ið hann møtti á tíðindafundinum.
? Eg ynski at rósa mínum spælarum. Teir framdu eitt framúr avrik. Teir spældu við hjartanum. Allir ofraðu seg, og tað kann ikki roknast við betri avriki ímóti Týsklandi, enn tað, sum vit vístu í kvøld, segði Henrik Larsen.
Tá ið Ivan Eginsson, sum stýrdi tíðindafundinum bjóðaði altjóða pressuni at seta føroyska venjaranum spurningar, var tøgn. Týska pressan var ikki áhugað í føroyska venjaranum. Teir bíðaðu eftir Völler, og so fekk føroyska pressan Henrik Larsen til síðis.
Ikki sjey stig men?
Eitt tað fyrsta, sum Henrik Larsen segði, tá hann gjørdist føroysku landsliðsvenjari, var at siga, at vit helst skuldu hava sjey stig burtur úr hesum bólkinum. Fleiri vóru tá, sum rystu á høvdinum og spurdu, um maðurin var svakur, men hóast tað neyvan verður talan um hetta, so munnu tey rystandi í dag vera nakað væl færri í tali.
Sæð burtur frá 2-0 tapinum í Litava, so hevur støðan nevnliga í øllum hinum dystunum verið tann, at føroyingar eftir dystir hava iðrað seg um mist stig. Og tá hevur talan væl at merkja verið um lið sum Skotland á heimavølli, Íslandi í Reykjavík og týsku HM-finalistarnar bæði úti og heima. Vóru hesi úrslit nakað, sum Henrik Larsen hevði droymt um, tá hann gjørdist føroysku venjari.
- Ja. Tað verður nokk trupult at fáa hasi sjey stigini nú, men hyggur tú at dystunum, sum vit hava leikt, so hevur tað verið ófatiliga nær við. Vit hava í øllum førum einki sum helst at skamma okkum yvir, og hóast trýst frá mótstøðuni, so hava vit ongan tíð verið spældir niður og norð. Tvørtur ímóti hava vit fleiri ferðir sýnt gott fótbóltsspæl, og eg haldi avgjørt, at hetta er nakað, sum vit kunnu vera ernir um.
Men tú mást nokk eisini viðganga, at vit eitt nú í kvøld hava havt eitt sindur av hepni í okkara parti.
- Jú, sjálvandi. Men soleiðis er fótbóltur. Onkun tíð hevur tú hepnið við, og aðrar tíðir ikki. Í dag eru vit hepnir fleiri ferðir, men vit vóru beinleiðis óhepnir móti Skotlandi og partvíst eisini í Íslandi. Fyrr ella seinni ganga hesi bæði nokk upp, og so fara vit at fáa nøkur stig afturat, helt ein errin men vónbrotin venjari beint eftir at hann hevði verið somikið nær tí heilt stóru sensatiónini.