Sílið er FM vinnari í kappingini millum dreingjabátar. Undan ólavsøkuni var greitt, at sera tætta kappingin stóð millum Fípuna Føgru, Sílið og Blik. Fípan Fagra leyp avstað í startinum, og eftir ein veldugan spurt vóru klaksvíksdreingir eina hálva bátslongd frammanfyri hinar bátarnar.
Men Fípan Fagra vísti seg at vera hara, sum teir plaga at kalla tað í rennikappingum, tá ein leggur ógvusliga fyri, men ikki megnar at halda tørn um oddasessin. Fípan Fagra steðgaði fullkomuliga upp, tá teinurin var hálvrógvin, og dreingirnir úr Klaksvík endaðu á fimta plássi tvær bátslongdir frá oddasessinum, sum teir eina góða løtu lógu til at vinna. Í samlaðu FM kappingini fekk Fípan Fagra bronsu.
Sílið og Blikur kappaðust um FM heitið. Teir kappaðust eisini um næstfremsta plássið í ólavsøkuróðrinum. Kappingin var tøtt, og Sílið var fyrri um málið. Munurin var ein hálv bátslongd. Harvið megnaði nýggja Sílið, hóast teir vórðu kolldømdir á Skálafjørðinum, at vinna FM heitið, og tað ynskja vit teimum hjartaliga tillukku við. Tað er ikki á hvørjum ári, at Sílið við dreingjamanning vinnur FM. Síðsti meistaraskapurin hjá Sílinum varð vunnin í 1992. Men so eigur at verða lagt afturat, at hin dreingjabáturin hjá Havnar Róðrarfelag, Drekin, vann FM í 1993, 1996 og í 1997.
Í Havnar Róðrarfelag ganga teir høgt uppí, at árið í ár er tað fyrsta síðani 1974, at Sílið hevur vunnið FM bæði við gentumanning og dreingjamanning.
Endaðu omaná
Tjaldrið hevði neyvan nakar roknað við skuldi gera seg galdandi í ólavsøkukappingini. Men guli báturin var tann, sum heilt skjótt legði eftir Fípuni Føgru, og tá málið var hálvrógvið, var tað Tjaldrið, sum var á odda. Molin er 400 metrar langur, og allan teinin framvið áskoðaraplássunum var Tjaldrið á odda. Á málinum var fjarstøðan aftur til FM vinnararnar á Sílinum ein stórur skutur ella ein lítil hálv bátslongd.
Sigurin hjá Tjaldrinum var serliga søtur. Eitt var, at hetta var triðja ferðin upp í slag, at FM vinnararnir tvey tey seinastu árini vunnu á ólavsøku. Harvið vunnu teir ferðasteypið til ognar.
Hin síðan av søkini var, at teir umborð á Tjaldrinum vóru sera vónbrotnir, tá teir kappaðust á Skálafjørðinum. Ta ferðina komu teir í kjalarvørrin á Sílinum, sum varð kolldømt, og tí fingu teir ikki endaspurtin, sum hann skuldi vera. Tá vildu teir á Tjaldrinum hava umróður, men tað ynskið varð ikki játtað.
Eftir róðurin á Skálafjørðinum var lagið einki serligt umborð á Tjaldrinum. Fleiri umhugsaðu at fara av, men teir luttóku kortini í kappingunum, hóast tað ikki gekk nakað serligt. Undan ólavsøkuni gjørdu teir nógv við tað ? eitt nú vóru teir fleiri kvøld á Havnarvág og vandu ? og nú eydnaðist rættuliga væl hjá teimum.
Men eingin megnaði at gera nakað við FM heitið hjá Sílinum. Teir fingu fleiri stig enn allir hinir fingu. Tað var eitt gott avrik, tá havt verður í huga, at teir einki fingu burturúr róðrinum á Skálafjørðinum. Argjadreingir vunnu ikki á ólavsøku. Tískil vunnu teir ongan róður í ár, men avrikini vóru so mikið støðug, at teir ognaðu sær næstfremsta plássið í FM kappingini.