Fáa hotellið á landkortið

Fyri stuttum skifti Hotel Eiði eigara og navn. Nú eitur tað Hotel Lonin, og eru ætlanirnar hjá nýggju eigarunum nógvar. ? Vit vilja hava hotellið á landkortið, og vit eru optimistisk nú vit fara undir hesa verkætlanina, sigur Frank Nielsen, sum er ein av nýggju hotel-eigarunum

Eiði: Tað luktar av frískum blómum í gongini á Hotel Lonini á Eiði. Og tað er kanska heldur ikki so undarligt, tí sum ein kemur inn, so standa blómutyssi og samanplantingar í hópatali á einum borði.
Hotel Eiði, sum nú eitur Hotel Lonin, skifti fyri stuttum eigara og navn. Leygardagin var móttøka á hotellinum, har knapt 200 fólk stukku inn á gólvið at heilsa uppá nýggju eigararnar. Og teir hava veruliga sett spitarin í botn, nú háárstíðin so smátt er byrjað.
? Vit vóru í holt við at klæða eini hús, tá fyrrverandi eigarin kom framvið og segði, at nú var hann til reiðar at selja hotellið, sigur Frank Nielsen, sum saman við systrini Lis Nielsen, bróðrinum John Nielsen og báðum foreldrunum Hans Jørgen og Jóhonnu Nielsen, eiga og reka hotellið.
? Tað eru eini átta ár síðani vit fyrstu ferð spurdu hann um hann var sinnaður til at selja hotellið, og síðani tá hava vit við jøvnum millumbilum spurt, men tað hevur sum oftast verið í spølni.
Á páskum var so farið í gongd við yvirtøkuna av hotellinum, og síðani tá hevur tað gingið skjótt frameftir.
Hans Jørgen og Jóhanna hava havt Lonina í Elduvík í fleiri ár, men ein lítil matstova og eitt hotell er ikki júst tað sama. Hvørki í vavi ella í rakstri.
? Vit hava havt gestir síðani vit lótu upp. Vit byrjaðu við einum fótbóltsbraki tá dysturin millum Føroyar og Týskland var, og tá høvdu vit 84 fólk sitandi til borðs í matstovuni, greiðir Frank frá.

Á landkortið

Ætlanin hjá nýggju eigarunum er at fáa hotellið á landkortið.
? Vit vilja geva fólki eitt gott upplivilsi, so tey koma aftur til okkara. Ætlanin er eisini at fáa tey lokalu við, tí tað ber ikki til at liva av ferðafólki í Føroyum. Her skal altíð verða opið, tí tað er keðiligt hjá fólki at koyra til einkis, men beint nú, taka vit tað bara sum tað kemur, sigur nýggi hotelleigarin.
Nógvar ætlanir liggja eisini frammi á borðinum. Okkurt skal gerast í stand, men beint nú verður denturin lagdur á, at hava tað reint og pent. So kunnu umvælingarnar fara í gongd, tá háárstíðin er av.
? Vit hava nógv hugskot, men um øll kunnu gjøgnumførast vita vit ikki. Hetta er ein stór avbjóðing fyri okkum, og eg havi ongar royndir innan hotellvinnuna uttan tað, at eg havi verið gestur á nógvum hotellum, sigur Frank og stórflennir. Hann leggur síðani afturat, at hann hevur arbeitt sum náttarvakt á einum hotelli í tríggjar mánaðir, men annars eru royndirnar ongar.
? Hetta er ein gamal dreymur, og tú lærir allatíðina. Vit eru optimistisk, og vænta, at hetta fer at ganga. Vit hava lagt eina fíggjarætlan fyri árið, og okkara einasta mál í løtuni er at fáa hana at bera seg.
Annars kann til stuttleikar nevnast, at í røðuni, sum Tordur Niclasen, borgarstjóri á Eiði helt til móttøkuna leygardagin, nevndi hann, at tann dagin, 14. juni, fyri júst 20 árum síðani helt hann røðu, tí tá lat hotellið á fyrsta sinni upp.