Bókin »Harry Potter and the Order of the Phoenix« setti longu sølumet fyrsta vikuskiftið, og eingin í bókaverðini minnist nakað líknandi. Bara í Bretlandi bleiv bókin seld í 1,7 milliónum eintøkum fyrstu 24 tímarnar. Bókahandilin á internetinum, Amazon.com, seldi yvir eina millión eintøk fyrsta dagin, og allastaðni varð bókin skrædd av hillini.
Sostatt tekur fimta bókin við, har tær fýra fyrstu sleptu, tí tær hava tilsamans selt umleið 192 milliónir bøkur um allan heim á minst 55 málum í 200 londum.
Góða undirtøkan hoyrir kanska gandaverðini til, og uttan at siga ov nógv, so eydnast tað aftur hesaferð Harry at sleppa væl burtur úr stríðnum ímóti myrkursins kreftum á Hogwarts, skúlanum fyri gandakynstur og galdralist.
15 og forelskaður
Í fimtu bókini er Harry Potter 15 ára gamal og gongur í fimta flokki í Hogwarts. Hann hevur tvey ár eftir av skúlagongdini, áðrenn hann fær tað gandakenda studentsprógvið. Men Harry er eingin nørdur og hevur sum vanligt ríkiligt annað enn skúlagongdina at hugsa um.
Tá enn ein keðilig summarferia hjá Dudley og teimum í Privet-gøtuni nærkast endanum, verður Harry álopin av óndum verum. Hann megnar tó at sleppa undan við nøkrum væl valdum gandaorðum og gandastavinum. Tað førir við sær, at hann verður stevndur fyri Gandamálaráðið, tí hann hevur brúkt gand í muglaraverðini. Frammanundan verður hann kunnaður um Føniks-skipanina, ið er eitt slag av fregnartænastu, ið heldur eyga við tí ónda Voldemort, sum hevur ligið Harry eftir lívinum, síðan hann varð føddur.
Okkurt bendir á, at Voldemort aftur er farin at gera um seg, og tí verður lagt upp til enn eina styrkiroynd millum góðar og óndar kreftir.
Hesaferð hevur Harry eisini nýggjar kreftir í sær sjálvum at stríðast ímóti, tí hann er um at gerast vaksin. Tað snýr seg eisini um pubertet, tann fyrsta kærleikan og um at stýra sínum kenslum.
Eingin skriviótti
Nógv hevur verið tosað um bókina, sum hevur verið ávegis, og gitt hevur verið, at bókin varð seinkað, tí J.K. Rowling, sum so nógvar mytur longu eru gjørdar um, hevði fingið skriviótta
Stórt trýst hevur verið lagt á Rowlings, tí tað er næstan vónleyst at liva upp til stóru krøvini, sum børn, ung og vaksin um allan heim leggja á hana. Tað sær út til, at hon hevur vunnið á óttanum. Í øllum førum hava ummælarar nógvar rósir til hennara fimtu bók.
Chicago Tribune skrivar, at fimta bókin er nógv tann besta, sum higartil er komin út um Harry Potter. Associated Press samanber góðskuna í bókini við eina plátu frá The Beatles, sum yvirlivir í nógv ártíggju. VG í Noregi sigur, at fimta bókin gevur okkum uppaftur meira av øllum tí, sum Rowling higartil hevur givið. Og BBC hevur sagt, at bókin kann fanga øll ? ung sum gomul.
So er bara eftir at bíða eftir føroysku týðingini, sum Bergur Rasmussen er settur at gera.
MYNDATXT
Bíðirøðirnar vóru langar allastaðni, tá fimta bókin um Harry Potter kom út kring allan heim
Mynd: Reuter