Vágbingar eiga stinnastu manningina í størstu kappingini. Tað varð staðfest í ólavsøku kappingini. Trettan manningar bjóðaðu seg fram, og tá ið bátarnir í størsta róðrinum komu skúmandi framvið Molanum var sjón fyri søgn, at Smyril var stinnari enn allir hinir.
? Kappingin hevur verið sera tøtt, og tað hevur verið torførari at vinna meistaraheitið í ár, enn tað var í fjør. At fleiri manningar hava verið rættuliga góðar var róðurin hesa ferð gott prógv fyri, sigur Johan Sofus Müller, sum er bátsformaður umborð á Smyrli. Í fjør vann Smyril allar róðrarnar uttan á Norðoyastevnu, tá ið Páll Fangi var fremstur. Í ár hevur Smyril vunnið fýra róðrar. Páll Fangi vann á Fjarðastevnuni, og Jarnbardur vann bæði á Jóansøkuni og Vestanstevnuni.
Ætla tit at vinna FM triðja árið á rað?
? Tað er púra ómøguligt at siga nakað um tað akkurát nú. Nú ræður um at spenna frá. Eftir nýggjár fæst at síggja, um manningin verður heima, og um hugurin at leggja tað í, sum krevst fyri at vera við í kappingini um fremsta plássið, verður eins góður og hann hevur verið í ár.
Ikki leyst
Smyril hevur ikki hvørja ferð í ár havt serliga sannførandi start. Um tað hesa ferð hevði sæð soleiðis út í startinum, sum tað fleiri aðrar ferðir hevur sæð, so kundi tað havt kostað sigurin. Tað var Vestanstevnan gott dømi um. Tá var Smyril eitt lítið vet ov seinur at fara undir endaspurtin.
Hesa ferð legði Smyril bragdliga fyri. Hann var beinanvegin millum teir fremstu. Á fyrstu metrunum kappaðist hann við Sølmund, sum stóran part av málinum var drúgvur, og Hvessing, sum sær sjálvum líkur í fleiri av undanfarnu kappingunum legði bragdliga fyri, men sum so dragnaði.
Lómur var leingi við, og framvið Molanum var Strálan eisini heilt frammi og hótti Smyril. Jarnbardur, sum vann á Vestanstevnu, var alla tíðina við í kappingini. Tá ið Smyril fór undir endaspurtin, tóktist tað sum um, at teir skuldu vinda burturúr allari mótstøðu, men tað vildu teir umborð á Jarnbardi ikki. Teir svaraðu aftur, og á síðstu hálvt hundrað metrunum gekk tað so mikið væl hjá teimum, at møguleikin avgjørt ikki var burtur, at teir skuldu taka Smyril. Men tað eydnaðist akkurát ikki.
Tíðirnar søgdu, at tað bara vóru gott og væl hálvt fjórða sekund millum Smyril, sum var fyrstur á mál, og Páll Fanga, sum hesa ferð var nummar seks. Tað vil siga, at munurin ímillum hesar báðar var ikki meiri enn ein stór bátslongd.
At Strálan megnaði triðja plássið, hevði við sær, at teir rukku sama stigatali, sum Páll Fangi rakk, og so hevði betri endastøðan í ólavsøkuróðrinum við sær, at tað var Strálan og ikki Páll Fangi, sum rakk bronsuplássinum í FM kappingini.
Lómur endaði á fjórða plássinum á Ólavsøku, og fyri teir umborð á Páll Fanga endaði róðrarárið, sum tað byrjaði. Á Norðoyastevnu taptu teir í Klaksvík rættuliga óvæntað fyri nýggja Sundabátinum, og á Ólavsøku gekk tað á sama hátt. Hesa ferð var Sundabáturin nummar fimm, meðan Páll Fangi var nummar seks og ein skut aftanfyri grannabátin.