Um læknaviðurskifti í Sandoynni

    

Eg trúði tað var skemt, tá ið landsstýrismaðurin Bill Justinussen kom við uppskoti um læknaviðurskifti í Sandoynni, men tá ið hann kemur við sama tvætli aftur í Dimmalætting 4. sept., føli eg mær trongd til at gera eina viðmerking.
Sjálvur meti eg at maðurin má hava etið eitt lítið kramarhús av bláseymi og eigur hann at fáa skurðviðgerð, so hann sleppur av við hendan bláseym.
Tíverri sær tað út sum læknaviðurskiftini í Sandoynni eru blivin politisk, tað er beklagiligt, tí politikkin millum politikarar hann kenna vit alt ov væl.
Her í Sandoyar sýslu hevur alla mína tíð verið lækni, og nógv longri aftur í tíðini eisini. Landsstýrismaðurin tosar um at røkja okkum frá Havnini av átta tímar um samdøgrið. Hvør lækni vil tað, heldur enn at búgva á plássinum? Ella skal tað vera nevan fyri nøsina tú fer nú, og tú fer tá. Sjálvur havi eg tosað við skilamenn, sum eru læknar fyri at vera læknar, sum siga at her eigur at vera ein høvuðslækni, sum kennir fólkið í sýsluni, og sum kundi fingið skipaðar frídagar eftir ynski. Somuleiðis siga læknarnir, at umstøðurnar her í oynni, altso arbeiðsumstøðurnar, eru sera góðar. Her eru so góð høli sum ikki finnast betri í landinum. Einaferð skrivaði landsstýrismaðurin um at skip høvdu ongan lækna umborð, Sandoyggin er eitt stórt skip, sum hevur eitt hjálparskip hjá sær. Men í mínari siglandi tíð var tað soleiðis, at eitt skip, sum hevði meira enn 50 fólk umborð, átti at hava lækna við. Eg veit ikki hvat lógin sigur nú, tær verða broyttar og brotnar alt í senn, og úrslitið, tað kenna tit.
At liggja við ongum lææna frá kl. 16.00 seinnapart og alla náttina fram til kl. 8.00 á morgni ber snøgt sagt ikki til. Vit hava góðar vegir her í Sandoynni og hvat, ið kann henda, og hvat ið er hent, kenna vit tíverri alt ov væl til.
Tað er so nógv, nógv annað av akuttum, sum knappliga kann stoyta til, og so skal man ringja til Hospitalið, so at leita eftir skiparanum á Teistanum og síðan skal skiparin fáa fatur á manningini, so skal Teistin suður við læknanum og síðan ein túr afturat norð aftur við læknanum, tí hann býr jú í Havn.
Eitt annað, sum undrar meg er, hví landsstýrismaðurin tekur Hestoynna uppí læknaumstøðurnar í Sandoynni. Vónandi er hann ikki farin skeivur av Føroyakortinum, soleiðis at tað er Skúvoyggin, hann meinar við, og av góðum grundum veit eg, hvussu gott tað kann vera fyri eina akutta hjálp. Man minnist hesi árini fleiri túrar, hvar ið man er lopin avstað við læknanum og soleiðis kunnað veitt hjálp, og tá veit man eisini, at tað kundi verðið ov seint við lækna úr Havn.
Seinastu mánaðirnar hava vit verið sera væl nøgd við læknarnar, og somuleiðis nú hava vit góðan lækna, so eg fari at heita á Bill Justinussen um at síggja burtur frá hesi, orsakað meg nú, mundi skrivað, tápuligu loysn.