reiðari í Leirvík, nú kjakið um útlendskan kapital í føroyskum vinnulívi er kyknað uppaftur. Hann vísir tó samstundis á, at forðingar eru á summum økjum fyri, hvussu nógv útlendingar kunnu eiga í føroyskum [...] havt syrgt fyri, at mark varð sett fyri, hvussu stórur partur av vinnulívinum kann hava útlendskar eigarar. Vit eiga altíð at syrgja fyri, at meirilutin er í Føroyum. Og tað skal vera í øllum pørtum av vinnuni [...] fyri, at útlendingar keypa hvørt oyra í ávísum fyritøkum, sum geva nakrar krónur. Tær krónurnar verða lagdar í útlendskar kassar, og einki verður brúkt til íløgur í Føroyum. Tá tað so fer at ganga hinvegin
tekstum og sjónleikum, tá ið hann í 1926 gav út ?Winnie the Pooh? og í 1928 ?The House at Pooh Corner?. Sonurin Christopher Robin og spælidjórini hjá honum manna pallin í Pumm-bókunum, sum skjótt gjørdust [...] ), Uglas (git aftur!) og onnur vinfólk búgva í 100 Metra Skóginum, har tey eru fyri alskyns hendingum. Hesar eru oftani stórar og vandamiklar - í hvussu er í egnum huga - og djórini royna sum frægast at [...] lættir at lesa mótsett ensku útgávuni. Tað eru upp í lógvar av ørindum í bókini og orðaspøl við, og nógv av hesum hevur ikki verið lætt at flutt yvir í føroyskt, men Gunnar Hoydal er sloppin óvanliga væl
sum fráleið sett okkum í eina monopolstøðu, sum í síðsta enda hevði gjørt, at kappingin á peningamarknaðinum hvarv.” Eitt minsta mark av skili má vera í. Um onkur eigur meirilutan í Føroya Banka, so hevur [...] marknaðarparturin eins stórur. Í Mexico eru 70 prosent av bankavirkseminum á fremmandum hondum, í Kili 60 prosent, og í Argentina og Peru er útlendski ognarparturin um 55 prosent. So í fyrsta lagi hevði ein [...] øllum fíggjarmarknaðinum í Eystlandi, Litava, Ungarn og Slovakia. Ikki smáting. Í Eysturevropa eiga útlendskir bankapengar samanlagt 60 prosent av fíggjarmarknaðinum, og í Suðuramerika er útlendski
landsrætturin er í dag í sera truplari støðu, tí trý fólk skulu seta seg inn í samfelagsligar fortreytir, søgu, tingviðgerðir, alment kjak, myndugleikabygnað, lógir og viðmerkingar í landi á máli, sum [...] revsing – umframt at gera tilmæli um, hvussu vit best skipa dómsvaldið í Føroyum. Vert er at minna á, hvat stýrisskipanin sigur um dómstólar í kapitlinum um dómsvaldið: “Dómsvaldið er hjá óheftum dómstólum, sum [...] valdast, hvussu ymsar rættarkeldur verða brúktar í senn, sáttmáli, lóg, almennar grundreglur og próvførsla. Revsilóg fyri Føroyar Løgtingið samtykti í fjør at yvirtaka revsirættin; ongin atkvøddi ímóti
lortaroykurin mangan stingur í næsarnar. Hesin rami roykur er ikki bert uttandura, men kemur inn í okkara hús, inn í handlar og matstovur í miðbýnum. Hvussu lekkurt er tað, at sita í stovuni heima við hús og [...] fyri trivnaðin í kommununi, tí tað er sjálvsagt, at hesir borgarar ikki kunnu støðast í eini kommunu, ið ikki kann veita teimum ein hóskandi bústað. Í Føroyum eru bústaðarumstøðurnar í síni heild heilt [...] vegurin at fara, tí hetta skapar tryggleika og samband við onnur í dagligdegnum. Fleiri av okkara eldru sita hvør í sínum lagi, einsamøll í stórum húsum, hvørs innrætting kanska ikki longur er egnað til
loysn. Landsstýrið er í holt við at kanna, hvat býr undir hesum bretska boðskapi. Skilligt er, at áhugin hjá oljuvinnuni at sleppa í gongd við leiting báðumegin eitt komandi mark er stórur, og at báðir [...] Noregs Løgmaður og oljumálaráðharrin eru bodnir at vitja í Noregi í august. Løgmaður skal fyrst til Oslo men verður stæddur á oljuráðstevnuni í Stavanger 25. og 26. august. Tá verður oljan á skránni. Eyðun [...] Kallsberg, løgmaður m.a. í røðu síni á ólavsøku. Løgmaður vísti á, at nógvar forkanningar eru gjørdar síðan farið varð undir at gera seismiskar kanningar av føroysku undirgrundini í 1994. Hann segði annars
fingu vit í 1977 og Báran kom árið eftir. Fyri at gera umstøðurnar so góðar, sum gjørligt, so valdu vit at fara undir at gera eitt neyst. ? Vit byrjaðu uppá neystið í 1978 og tað varð tikið í nýtslu í 1979 [...] yvirháling í fjør. Hann varð sproytaður og tað kostaði 15 túsund krónur. Báran er málað í ár, og tað kostaði bara ein triðjing av prísinum fyri Hvessing, sigur hann. ? Tað er í veruleikanum einki mark fyri hvussu [...] verið við heilt frammi í oddinum í ár. ? Ja tær eru ógvuliga raskar. Tær vunnu á Norðoyastevnu og gjørdust nummar tvey á Skálafjarðarstevnu, so teimum vanta vit okkum nógv av í ár. Menninir byrjaðu at
Einar dugir at flætta í 60inum og í byrjanini av 70inum inn í bókina, við tónleikinum tað árið, við stórhendingum, men alt í alt snýr bókin seg um at vera barn, ungur og menniskja í 20. øld. Tann sum fangar [...] sosialisma Søgan í »Beatlamanifestet« gongur fyri seg í Reykjavík seint í sekstiárunum. Lívið hjá Johann snýr seg mest um vinirnar Ole, Jón, Finn, Gunni og Rebbi, men hann er eisini áhugaður í Helgu og vøkru [...] torført at glætast í okkara samfelagið. »Rokken Rolle Baby« Universið hjá Einari Már Gudmundssyni er og verður altíð marglitta undir- og arbeiðarastættin í Reykjavík, sum vit sóu hetta í kendu skaldsøguni:
Vit mugu ongantíð gloyma, at bumban brast í Tinghúsinum í 1945, líka so lítið, sum vit mugu gloyma, at Føroya fólk atkvøddi fyri loysing í 1946; ikki so Virgar? Og danska stjórnin beindi Løgtingið til [...] hús, sum óargaungar - so nógv virdu teir fólkaræðið í Føroyum. Harafturat skal nevnast, at amtmaðurin bað donsku stjórnina um at herseta Tinghúsið, og í hesum sambandi kom eitt danskt herskip til Føroya; [...] ongantíð hava latið Føroyar upp í danskar hendur. Føroyar vóru bara tiknar sum »herfongur« eftir Noreg. Faroe-Disney Virgar og Rolf tykjast ongan veruligan áhuga at hava í føroyskum politikki; teir vilja
vandin, at vit verða hangandi í gamlari vanahugsan, ella sum Rasmus Effersøe sigur tað: Summi tey durva og falla í fátt millum tey stóru og ríku í gørðum, hugsa sum hini í stórt og í smátt, síggja við eygum [...] okkum ymiskar gávur og byrðar at bera í lívinum. Javnaðarflokkurin ynskir, at fólk sjálvi skulu sleppa at forma sítt lív og avgera sín leiklut í samfelagnum. Karmarnir í samfelagnum skulu tó skipast soleiðis [...] ómissandi drívmegi í okkum øllum. Nýggja løgtingið skal fremja ein skilagóðan politikk – best er um tað verður í breiðari semju, ið tænir heildini, so tað verður lættari at liva og virka hjá øllum í landinum. Politiskt