Vit mugu ongantíð gloyma, at bumban brast í Tinghúsinum í 1945, líka so lítið, sum vit mugu gloyma, at Føroya fólk atkvøddi fyri loysing í 1946; ikki so Virgar? Og danska stjórnin beindi Løgtingið til hús, sum óargaungar - so nógv virdu teir fólkaræðið í Føroyum. Harafturat skal nevnast, at amtmaðurin bað donsku stjórnina um at herseta Tinghúsið, og í hesum sambandi kom eitt danskt herskip til Føroya; til reiðar at loypa á og niðurberja eina møguliga føroyska mótstøðu. Heldur ikki eiga vit at gloyma - vit mugu jú ikki »fortrongja søguna«, Virgar - at føroyingar ongantíð hava latið Føroyar upp í danskar hendur. Føroyar vóru bara tiknar sum »herfongur« eftir Noreg.
Faroe-Disney
Virgar og Rolf tykjast ongan veruligan áhuga at hava í føroyskum politikki; teir vilja bert hava, at Føroyar ongantíð broytast. Føroyar skulu ongar ambitiónir hava, onga burðardygga vinnu (tað kann blokkurin klára), bert miðaldarliga veiði- og seyðamentan við øllum tí friði og hugna, sum har til hoyrir. Best var eisini, um einki Løgting var - eingin politikkur. Føroyar skulu vera eitt danskt amt og liggja óbroyttar í útnorði, sum eitt feriupláss hjá teimum og teirra. Eitt slag av Disneyland, ikki eitt samfelag, men eitt feriustað - eitt Faroe-Disney.
Til hetta skal sigast, at Føroyar, fyri okkum, sum búgva her, ikki bert er eitt sorgblítt minni ella eitt hugnaligt stað at ferðast til. Hetta er okkara heim; okkara uppruni, lív og framtíð. Hetta er okkara byrjan og endi, okkara alt. Vit, sum ynskja fullveldi, við tilhoyrandi avbjóðingum, fyrimunum, arbeiði og ábyrgd, hava ikki í sinni at oyðileggja nakað fyri nakran. Vit ynskja bert at byggja, menna og reka landi sjálv. Hví er hetta so trupult at skilja og góðtaka? Tað hevur altíð verið so millum menniskju, og so vil altíð vera.
Eftirmeting
Eg veit ikki hvussu nógv ein skal siga um slíkt kjak og slíkar menn. Eg skrivaði ikki til Virgar, fyri at gera meg inn á persónin, men helt máliskurnar og navnakallingina vera óneyðugt ljóta, og tað meini eg framvegis. Tað er at fara yvir um mark, tá ið fólk, sum í dag hoyra eina fullveldisrørslu til, vera kallað brotsmenn og vera javnsett við terroristar, vegna einkultar persónar, ið fyri 60-70 árum síðan møguliga gjørdu okkurt ivasamt - eingi prógv, eingin dómur og eingin sekur. Dømi um fordómar fáast ikki betur, enn tey frá Virgari og Rolfi. Ynskja vit ein illgitingar-storm og juridiskt kaos, so er bert at geva Virgari og Rolfi rætt í teirra postulatum.
Eftir sjálvrannsókn og eftirmeting av farnu skriving millum Virgar, Rolf, meg og onnur áhugaði, má eg ásanna, at hetta kjak hevur verið ov lítið sakligt og handla ov nógv um persónar. Tískil haldi eg eisini, at evnini í kjakinum hava vantað sakliga viðgerð, og hevur kjakið sostatt havt ov lítlan relevans samfelagsliga eins og fólksliga. Hetta hevur, eftir mínum tykki, tískil verið eitt ófruktabært kjak, sum hevur givið mær lítlan lærdóm og einki nøgdsemi. Vanliga dámar mær væl at kjakast, tí tað er avbjóðandi og læruríkt. Í hesum føri hevur tað ikki givið mær tann »geist« og nøgdsemi, sum eg vanliga kenni við skriving og kjaki.
Tað er trupult og drúgt at byggja eitt hús, men skjótt at ríva tað niður. Soleiðis er eisini við skriving; tað er drúgt og krevur nærlagni og hegni at skriva væl og konstruktivt, og er hetta sera gevandi, tá ið tað eydnast væl. Hetta kjak hevur roynst heldur illa, og fari eg tí at gevast við hesum, og heldur halda á fram við onkrum øðrum evni. Eg eri samdur við Virgari og Rolfi um týdningin av at kenna, virða og minnast søguna; eins og eg við tokka ásanni tolsemi og virði trúar- og talufrælsið. Eg fari ikki at luttaka í slíkum kjaki aftur, sum snýr seg meira um at vera grovur í kantinum, enn tað snýr seg um virðiliga og sakliga viðgerð av einum evni, sum kann geva okkum, ið kjakast, og teimum, sum lesa kjakið, víðari sjónarring og størri innlit í og fatan av evninum
Síðstu orðini í hesum kjaki
Talufrælsið er eitt høvi til alment at siga nakað við okkara leiðarar, javnlíkar og medmenniskju, sum er ein serrættur, ið ein lítil brotpartur av okkum menniskjum upp gjøgnum øldirnar hevur havt høvið at notið gott av. Tit báðir hava verið skúlalærarar. Tit hava einaferð verið við til at hjálpt børnum og ungum til kunnleika og førleika. Tað er eingin orsøk at gevast við tí, nú tit í tykkara otium hava tíð til at hugsa í friði.
Eg havi deils verið vónbrotin og argur av hesum kjaki, men eg fái altíð vónina og árræðið aftur. Eg havi ikki hug til at enda hetta kjak við ljótum ella deilandi orðum, tí tað er ikki í mínari náttúru. Hesi verða míni síðstu orð í hesum kjaki:
Walt Whitman segði:
»(…) the powerful play goes on, and you will contribute a verse.«
»The powerful play« er lívið á jørð, meðan »versið« er títt lív; títt ískoyti til »máttmikla leikin«. Hvat verður okkara vers, okkara ískoyti til heimin; til okkara samfelag og okkara kæru? Hvat vers liggur eftir okkum til samtíð og eftirtíð? Mítt vers, vóni eg, setur gongd í ein jaligan tanka, hjálpur eitt sinn í iva, kveikir eina góða gerð og vinnur okkurt hjarta. Hóast vit eru ill, ónøgd og ósamd til tíðir, kunnu vit siga okkara hugsan á ein virðiligan hátt. Einki hjarta verður vunnið við ókrúti. Einki sinn verður syft við harðskapi ella hørðum orðum. Vit kunnu upplýsa og hugvekja onnur, men ikki noyða tey. Ein maður kann leiða hestin til ánna, men tjúgu manns kunnu ikki noyða hestin at drekka. Uttan etik og estetik eru vit bert intelligent beist.
Farið væl við tykkara medmenniskjum, Virgar og Rolf, og havið tað gott.