Yvirskriftin er slagorðið hjá Fólkaflokkinum til kommunuvalið 2016, men hvat merkir hetta?
Jú, fyrst og fremst skal kommunan vera ein tænastuveitari fyri borgaran, tvs. allar borgarar, ið her liva og virka. Borgarin eru eg og tú, ið hvønn dag royna at fáa endarnar at røkka saman, tí tað er her vit vilja vera, tað er her vit vilja liva!
Vit vilja hava eina kommunu, ið skapar lív og trivna, eina kommunu, ið er nýhugsandi, eina kommunu, ið virðir ymiskleikar hjá borgarnum, eina kommunu, ið tekur borgaran við uppá ráð, tá týðandi mál eru á skrá.
Tó er tað ein sannroynd, at innan ávís sera týdningarmikil øki er Føroya størsta kommuna eftirbátur við fleiri bátslongdum, tí bátsmanningin tykist at hava mist áralagið.
Hetta eru øki, ið møguliga ikki eru eins fangandi, spennandi og prestisjufull, sum fínar trappur og borð, men sum vit øll innanst inni vita, hava nógv tann størsta týdningin fyri trivnaðin og lívsgóðskuna hjá okkum øllum, tá avtornar. Hesi øki ella viðurskifti , ið javnan verða lýst sum “tung”, “strævin” og “dýr” eru serliga:
-Eldraøkið, har stórur tørvur er á nýhugsan og smidligari loysnum uppá tær avbjóðingar, ið eru innan hetta øki. Serliga hevur tað týdning, at verja sjálvsavgerðarrættin, tvs. at tað til eina og hvørja tíð eru tey eldru sjálvi, ið skapa karmarnar og hava ávirkan á, hvussu teirra tilvera skal vera, og at tað til eina og hvørja tíð galda nøkur minimumsrættindi, har støði á tænastunum til okkara eldru og fólk við serligum tørvi ongantíð má fara niðurum eitt ávíst mark, óansæð hvat!
-Bústaðir til lesandi og vardar bústaðir til eldri og fólk við serligum tørvi er eitt fokusøki í dag, tí tørvurin er so átroðkandi stórur. Hetta er ein trupulleiki fyri trivnaðin í kommununi, tí tað er sjálvsagt, at hesir borgarar ikki kunnu støðast í eini kommunu, ið ikki kann veita teimum ein hóskandi bústað. Í Føroyum eru bústaðarumstøðurnar í síni heild heilt burturvið og sera avmarkandi, tí einasti møguleiki at tryggja sær tak yvir høvdið, er at keypa hús fyri 2-3 mió, og tað hava hesir borgarar ongan lívsins møguleika fyri at klára reint fíggjarliga. Tað er eisini heilt burturvið, at borgarin noyðist at skuldarbindast á hond og fót, fyri kunna búseta seg her.
-Eldraíbúðir til leigu ella keyps er vanligt aðrastaðni og royndir vísa, at hetta er rætti vegurin at fara, tí hetta skapar tryggleika og samband við onnur í dagligdegnum. Fleiri av okkara eldru sita hvør í sínum lagi, einsamøll í stórum húsum, hvørs innrætting kanska ikki longur er egnað til slitin knø og mjadnar, umframt at tað haltar við viðlíkahaldinum av húsunum.
Ein serligur fyrimunur við búfelagsskapum er, at hetta fyribyrgir einsemi, og við hesum tunglyndi, ið einsemi ofta viðførir. Lívsgóðskan verður betri og lívið fær størri innihald, tí ein kann gleðast saman við øðrum, ið somu støðu og við somu áhugamálum, sum ein sjálv/ur.
Ein avleiddur fyrimunur við hesum er óivað eisini, at trýstið á heimarøktina og aðrar tænastur hevði minkað, bæði tí, at lívsgóðskan og vælveran høvdu blivi betri, eins og tað høvdu blivi færri støð og minni koyring/ferðing og sostatt meira effektiv tíð til hjálp og røkt.
-Vardar íbúðir til borgarar við menningartarni og serligum tørvi er eisini ein mangulvøra. Fleiri av okkara borgarum hava verið í Runavík, har tey hava lært at klára at standa á egnum beinum, soleiðis at tey kunnu búgva fyri seg sjálvi. Hesi koma heimaaftur til tað sama, sum tey fóru frá, nevniliga heimaaftur til foreldrini, tí onki bústaðartilboð er til teirra í kommununi. Hetta er ógvuliga ótolandi og óvirðiligt. Eg kenni eina unga damu, sum hevur verið í Runavík og er komin heimaftur til Havnar, her hon arbeiðir á dagstovni. Hon er alt annað enn blíð, at hon noyðist heimaftur til foreldrini, tí kommunan ikki kann bjóða henni ein bústað. Hetta er vælskiljandi, tí alt hetta stríðið hevði verið betri ógjørt, tá tað hóast alt ikki er møguleiki at føra tað út í verki.
-Spillvatns og kloakkskipan er eitt heilt annað fokusøki, ið nógv hevur verið tosað um seinastu tíðina, serliga nú, tað stundar til val (...) Serliga er tað í miðbýarøkinum, at tað merkist, hvussu vánaligur standurin er. Eg kann bara siga sum miðbýarbúgvi á 10. ári, at tað er ikki tespiligt, hvussu lortaroykurin mangan stingur í næsarnar. Hesin rami roykur er ikki bert uttandura, men kemur inn í okkara hús, inn í handlar og matstovur í miðbýnum. Hvussu lekkurt er tað, at sita í stovuni heima við hús og anda lortaroyk ein heilan dag, ella at sita á matstovu og eta eina betri máltíð í lortaroyki? Nýtist mær at siga meira?
Tað er væl møguligt, at tað er torført at finna skil á, hvar allar kloakkir og gomul rør liggja og tað kostar kassan, men álvaratos, at hava ein vakran uppsnollaðan bý, sum luktar av lorti er ein vesalaváttan ella ´falliterklæring`, sum vil nakað! Ferð má setast á hetta arbeiðið og meira peningur setast av, tí tað eru ikki bara teir “grenjutu” miðbýarbúgvarnir, sum plágast av hesum, men eisini vinnulívi í býnum ávirkast av hesum.
So kæru borgarar, tað kemst ikki uttanum, at omanfyrinevndu øki eru avbjóðandi og nógv er at tríva í. Slíkar uppgávur hava lyndi til at verða settar til viks, goymdar og útsettar, vælvitandi, at hetta ikki loysir trupulleikan, tvørturímóti! Andsøgnin í øllum hesum er, at hetta eru viðurskifti, ið kommunan hevur serligar og lógarásettar skyldur til at taka hond um, júst tí, at hetta eru grundleggjandi samfelagstænastur, ið skulu vera til gagns fyri allar borgarar.
Tá kommunan nýliga hevur yvirtikið eldraøkið, so hví ikki bróta upp úr nýggjum og gera tingini øðrvísi? Tað er ikki alt gull í glitrar, tvs. tað er ikki altíð peningur, ið skal til, fyri at skapa trivna.
Lat okkum koma í gongd, lat okkum hugsa nýtt, lat okkum gera tað rætta!