Dómsvaldið er hjá óheftum dómstólum

Bjørt Samuelsen løgtingskvinna, og Kári á Rógvi løgtingsmaður
-----

Løgtingið hevur talað við greiðari rødd: Nú skal setast nevnd at gera uppskot til føroyskar lógir um rættargang og revsing – umframt at gera tilmæli um, hvussu vit best skipa dómsvaldið í Føroyum.

Vert er at minna á, hvat stýrisskipanin sigur um dómstólar í kapitlinum um dómsvaldið: “Dómsvaldið er hjá óheftum dómstólum, sum virka sambært rættargangslógini fyri Føroyar.” Vit hava tí skyldu at tryggja okkum, at dómstólar fáa umstøður at virka bæði óheftir og virka sambært rættargangslóg, ið er lagað til viðurskiftini í Føroyum, til samfelag okkara.

Eisini yvirtøkulógin – seinasta avtala okkara við danir um stjórnmál – sigur greitt, at Føroyar kunnu ikki bara yvirtaka rættarskipan sum málsøki, men eisini “heruppií at seta á stovn dómstólar,” og “Dómstólar, sum føroyskir myndugleikar seta á stovn, hava dómsvaldið á øllum málum og málsøkjum í Føroyum. “

Flestu okkara munnu umrøða og fata Føroyar sum fólkaræði. Vit smíða okkara egnu lógir og útinnan tær um okkara egnu stjórn og fyrisiting. Hóast stýrisskipanin umrøður rættarskipanina, er tó hesin týðandi táttur í fólkaræðinum enn ikki á føroyskum hondum, enn ikki skipaður eftir okkara tørvi og tykki. Men mest týðandi er at tryggja fólkaræði, rættindi og tryggar karmar. Vit mugu hava ans fyri føroyskum høpi og tørvi og felags rættindum og virðum.

Tí verður rættarskipanarnevnd nú sett, at gera føroyska rættargangslóg og laga støðið undir meiri fullfíggjað fólkaræði, har vit sjálvi taka ábyrgd av øllum valdsbýtinum. Leingi hevur verið bíðað eftir hesum týdningarmikla arbeiði, sum Løgtingið við ársbyrjan í 1999 samtykti skuldi vera partur av setninginum hjá Grundlógarnevndini, sum skuldi “harumframt gera uppskot til eina føroyska rættarskipan.” Nakað var gjørt við tann partin, men nú verður so loksins høvi at rógva afturá aftur.

Rættartrygdin
Tørvurin á føroyskari rættarskipan verður alsamt størri, jú fleiri málsøki verða yvirtikin, og jú fleiri lógir, viðmerkingar og tingviðgerðir bert eru á føroyskum. Fólkaræðislig valdsbýti krevur, at dómstólarnir gera av trætur, verja borgaran ímóti óheimilaðum avgerðum, tryggjað valdsbýtið, eisini tá ið Løgtingið fer um mark og samtykkir lógir ímóti mannarættindum og grundreglum sum líkarætti ella valdsbýti. Tann neyðuga skákanin ber neyvan til, um eitt av valdunum virkar á øðrum máli og uttan at vera partur av sama samfelagsliga høpi.

Serliga landsrætturin er í dag í sera truplari støðu, tí trý fólk skulu seta seg inn í samfelagsligar fortreytir, søgu, tingviðgerðir, alment kjak, myndugleikabygnað, lógir og viðmerkingar í landi á máli, sum tey ikki hava fortreytir skilja, hvørki málsliga ella sum høpi. Fyri vanliga føroyingin er støðan trupul at skula greiða frá støðum, orðum og fatanum, ið søgd og upplivað eru á føroyskum, á fremmandum máli. Fyri fyrisitingina og málspartar er sera dýrt at umseta skjalatilfar í rættarmálum til danskt.

Vit skulu tó rósa verandi rættarskipan fyri mangan at hava kýtt seg at tryggja føroyskum máli sømdir. Fyrsti umboðsmaður Løgtingsins, Jógvan Andreassen, hevði frammanundan verið dómari í mong ár og skrivaði dómar sínar á føroyskum; E. A. Bjørk skrivaði nógv um føroyskan bygdarætt. Men júst virksemið hjá teimum og øðrum sum dómarar, dómarafulltrúar, ákærar, kærunevndarlimir osfr. vísa tørvin á fólki við innliti og fatan at taka dagar ímillum í trætumálum.

At føroyingar ikki hava egna rættarskipan, er helst fyri stóran part av gloymsku ella misgáum, tí søguliga høvdu føroyingar egna rættarskipan; so seint sum undir krígnum virkaði føroysk rættarskipan. Á búnaðarøkinum er skipanin við landbúnaðarstevnum mest sum føroysk serrættarskipan (við kæru beinleiðis til hægstarættar), á fyrisitingarliga økinum fer fram roynd í kærunevndum og hjá Løgtingsins umboðsmanni.

Serliga kann vera vert at vísa á, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava skipað fastan gerðarrætt. Heimasíðan www.fg.fo sýnir, hvussu rættarstøðan øgiliga ofta valdast, hvussu ymsar rættarkeldur verða brúktar í senn, sáttmáli, lóg, almennar grundreglur og próvførsla.

Revsilóg fyri Føroyar
Løgtingið samtykti í fjør at yvirtaka revsirættin; ongin atkvøddi ímóti. Men hóast revsilógin nú er yvirtikin, so er talan um danska revsilóg. Stórt sæð allar broytingar, sum danir hava gjørt seinastu mongu árini, vórðu fluttar yvir í føroysku revsilógina, áðrenn hon varð yvirtikin.

Revsilógin eigur at endurspegla mentan okkara, og hvussu vit vilja, at okkara samfelag skal síggja út, hvussu borgarin skal taka við rættindum, skyldum og avleiðingum av egnum gerðum. At gera munandi broytingar í revsilóg og herða revsikarmin fyri ymisk brotsverk, eigur tí ikki at verða gjørt uttan eina gjølla viðgerð í tí landi, har lógin skal virka, og við hollum grundgevingum. Lætti parturin er at lova hevnd yvir brotsverk, truplari er at fáa fólk at koma fram við málunum og at fáa brotsmenni til fólk aftur. Ov harðar revsingar gera bæði, at offur og vitni halda seg aftur, og at tann dømdi missir fótafesti og endar í framhaldandi brotsverkum.

Her krevst, at rættarskipanarnevndin, ger uppskot til neyðugar broytingar og dagføringar í revsilógini, so hon saman við brotsmálsumsorgan fæst at hóska til samfelag okkara og bæði steðgar brotsverkum og djypru orsøkum til brotsverk.

Tá uttanlandsnevndin, við táverandi formanni og núverandi løgmálaráðharra John Johannesen á odda, viðgjørdi yvirtøkuna av revsirættinum, skrivaði nevndin í álitið:
“Nevndin er samd um, at talan er um stóra avbjóðing at fara undir at orða føroyska revsilóggávu, ið er grundað á føroysk viðurskifti, men eisini á ta norðurlendsku revsirættartradisjónina. Slíkt arbeiði eigur at verða fyrireikað og skipað í eini serkønari rættarskipanarnevnd. Vit eiga at luttaka í norðurlendskum samstarvi, samstundis sum vit skipa innlendis samskifti um revsimál, herundir gransking og undirvísing. Neyðugt er tó alt fyri eitt at fara undir eina bráðfeingis endurskoðan og neyðugar dagføringar av galdandi revsilóg.”

Betri kundu vit ikki orðað tað, og vit fegnast sjálvandi almikið um, at Løgtingið nú við hollum meiriluta hevur tikið undir við, at rættarskipanarnevnd verður sett, so hetta fyri okkara fólkaræði so týdningarmikla arbeiði kemur í gongd.