Hermann Oskarsson
Ikki var ætlanin at gera stórt meira við hetta málið um einskiljingina av Føroya Banka, tí sum eg skilji er hetta eitt »fait accompli« – eitt avgjørt mál. Men eg kann kortini ikki lata tað standa ósvarað, at tað skuldi verið heimsmet, um ein fremmandur banki fekk helvtina av føroyska fíggingarmarknaðinum.
Í fyrsta lagi eigur Føroya banki ikki helvtina av føroyska fíggingarmarknaðinum longur, men onkustaðni millum 30 og 40 prosent av marknaðinum.
Í øðrum lagi var eg so heppin, at ein lesari gjørdi meg varugan við, at í Estlandi eigur ein einstakur svenskur banki 50 prosent av øllum innláns og útlánsmarknaðinum. Hetta kannaði eg uttan hóvasták á internetinum, og tá kom eg eftir, at útlendskir banka sita á einki minni enn 90 prosentum av øllum fíggjarmarknaðinum í Eystlandi, Litava, Ungarn og Slovakia. Ikki smáting.
Í Eysturevropa eiga útlendskir bankapengar samanlagt 60 prosent av fíggjarmarknaðinum, og í Suðuramerika er útlendski marknaðarparturin eins stórur. Í Mexico eru 70 prosent av bankavirkseminum á fremmandum hondum, í Kili 60 prosent, og í Argentina og Peru er útlendski ognarparturin um 55 prosent.
So í fyrsta lagi hevði ein útlendskur keypari í Føroya banka bara fingið millum 30 og 40 prosent av føroyska marknaðinum. Í øðrum lagi var hetta langt frá heimsmet.
Ikki nóg mikið við tí. Rætti spurningurin at seta er heldur hesin – hvør skuldi ólukkan verið av tí, at ein útlendskur banki hevði 30 ella 40 prosent av føroyska fíggjarmarknaðinum? Ein banki, sum ikki hevði havt tilknýti til politiska maskinaríið og ongi familjubond ella vinarbond hevði til nakra fyritøku í landinum? Hvør skuldi ólukkan verið?
Hvør skuldi ólukkan verið av at ein útlendskur banki við sterkum kapitali í rygginum og breiðum herðum at bera váðan við, hevði stóran marknaðarpart í landinum? Eitt bankasamtak við stórum og framkomnum deildum til produktmenning og aðrar service-funksjónir? Ein stór útlendsk vinnueind, sum fer at gera sítt til at taka føroyingar út í heimin og tekur heimin til Føroya?
Ongan útlending á okkara liberala marknað
Men í samrøðunum við politikararnar í Sosialinum, er tað ræðandi at síggja slóðina aftur til samfelagskorruptiva hugburðin frá áttatiárunum. Tveir politikarar leggja málið soleiðis fram, at teir vilja hava bankasøluna framda á hendan hátt, fyri at føroyingar allir skulu fáa eins góðan møguleika at fáa ein bita burturav.
“Føroyingar allir” ella “Føroya fólk” fær bara ágóðan á ein hátt – og tað er um mest møguligt fæst fyri bankan í fríari sølu. Men, verður bankin seldur eftir galdandi leiti, fáa nakrir privatir kapitalsterkir føroyskir grunnar ein møguleika at skora upphæddir í fleirfalda miljónklassanum, meðan ein vælbjálvað miðalstætt við pengum á kistubotninum fær hinar vælkendu silvurpengarnar fyri at verða eiðsvorin. Fyri at vera tigandi parlamentariska grundarlagið undir heimamarknaðarverju og isolasjón frá útlendskari kapping.
Fleiri politikarar hava bedýrað okkum, at føroyski fíggingarmarknaðurin er “fult liberaliseraður” og at ein og hvør útlendskur banki kann koma á føroyska marknaðin, bara hann hevur hug. Men hvussu vita teir tað? Hvussu mátar man tað?
Og man má so eisini spyrja: var føroyski fíggingarmarknaðurin ein fríur marknaður, hví skal sølutilgongdin so leggjast soleiðis til rættis, at hon í frægast møguligan mun skal forða fyri at ein útlendskur banki fær fótafesti her heima sum vanligur innskotsbanki? Er tað ein liberalur marknaður við fríum niðurseturætti?
Tað kann heldur ikki standa ósvarað, at Annfinn Kallsberg sigur – ”Tað vildi verið til óbótaligan skaða fyri føroyska samfelagið, um til dømis ein útlendskur íleggjari setti seg á avgerðandi meirilutan av partabrøvunum. Hetta kundi sum fráleið sett okkum í eina monopolstøðu, sum í síðsta enda hevði gjørt, at kappingin á peningamarknaðinum hvarv.”
Eitt minsta mark av skili má vera í. Um onkur eigur meirilutan í Føroya Banka, so hevur tað als onki við monopolisering av føroyska fíggjarmarknaðinum at gera. Um viðkomandi var útlendingur ella føroyingur, er rætt og slætt irrelevant.
Monopollíknandi støðu og monopollíknandi prísir kunnu vit saktans fáa um tveir stórir bankar á marknaðinum kunnu gera sátt um stóran rentumarginal ella høgar kostnaðir. Tveir bankar, sum hóast eina ávísa kapping um kundarnar, megna at gera sær lívið lætt við tigandi avtalum um príslegu og marknaðarpart. Hetta hendir uttan mun til um eigarin er føroyskur ella útlendskur. Man kundi enntá freistast til at hildið, at møguleikin fyri slíkum var minni, um annar eigarin var útlendskur.
Um føroyski fíggingarmarknaðurin líður undir monopollíknandi brekum, kann ikki lesast av lógartextum. Álitið á at vit hava ein ”fult liberalan fíggingarmarknað”, kann ikki grundast á eitt lógarverk eina. Um skil er á kappingini á fíggingarmarknaðunum, kann einans metast út frá um prísirnir, viðskiftafólkið skal gjalda, eru kappingarførir við umheimin. Vandin fyri monopolisering er altíð til staðar um ein ella tveir bankar fáa ov fast tak á marknaðinum, og tað er støðan, uttan mun til hvør ið eigur bankan.
Útlendingar eru ikki verri enn onnur fólk.
Hermann Oskarsson er stjóri á Hagstovu Føroya. Hann er búskaparfrøðingur og fyrrverandi formaður í Búskaparráðnum