Vinnuútlit
Vit mugu ansa væl eftir, at vit ikki selja okkum av landinum, heldur Osmund Justinussen, reiðari í Leirvík, nú kjakið um útlendskan kapital í føroyskum vinnulívi er kyknað uppaftur. Hann vísir tó samstundis á, at forðingar eru á summum økjum fyri, hvussu nógv útlendingar kunnu eiga í føroyskum fyritøkum.
-Hava vit fyrst selt útlendingum meirilutan í føroyska vinnulívinum, er fryktandi fyri, at møguligt avlop eisini fer av landinum, og alt verður stongt, um tað fer at ganga illa.
Hinvegin fara føroyingar altíð at hugsa um at brúka yvirskot til nýggjar íløgur, og teir verða verðandi her. Eisini um tað ikki gongur eftir vild. Vit síggja teir jú reisa seg aftur og aftur og byrja av nýggjum.
Hinvegin skilir hann væl, at menn, sum fáa sera góð tilboð, taka av. Men her heldur hann eisini, at myndugleikarnir áttu at havt syrgt fyri, at mark varð sett fyri, hvussu stórur partur av vinnulívinum kann hava útlendskar eigarar. Vit eiga altíð at syrgja fyri, at meirilutin er í Føroyum. Og tað skal vera í øllum pørtum av vinnuni, sigur Osmund Justinussen.
Hann vísir á, at nú partabrævamarknaðurin fer at virka, er møguleiki fyri, at útlendingar keypa hvørt oyra í ávísum fyritøkum, sum geva nakrar krónur. Tær krónurnar verða lagdar í útlendskar kassar, og einki verður brúkt til íløgur í Føroyum. Tá tað so fer at ganga hinvegin, verður felagið bara avtikið. Og so er alt burtur. Møgulig vinnutól og arbeiðspláss.
Serliga viðbrekið er hetta, tá vit tosa um skip, tí tey eru løtt at flyta. Eitt sindur øðrvísi er sjálvandi við virkisbygningum á landi. Men teir verða bara stongdir, og so er tað liðugt.
Osmund Justinussen metir tað ikki vera serliga heppið, um vit koma til at tilfeingið undir Føroyum fer til nøkur fá verksmiðjuskip, soleiðis sum onkuntíð hevur verið róð framundir.
-Vit mugu hava skip, sum landa í Føroyum, soleiðis at vit fáa fulla úrtøku úr tí, sum svimur rundan um okkum. Bæði umborð og á arbeiðsplássum á landi, sigur Osmund Justinussen.
Tó kann tað vera rætt at hava hesi verkdmiðjuskipini í onkrum einstøkum førum. Tað eru summi fiskasløg, sum neyðugt er at arbeiða á sjónum, vísir hann á.
Løgin ráðgeving
Osmund Justinussen heldur tó at tað er annað enn útlendskur kapitalur, sum er meinbogi fyri føroyska vinnu í hesum døgum.
Hann er einki glaður fyri ta ráðgeving, landsstýrið fær frá embætismonnunum, sum soleiðis av og á eru at síggja og hoyra í pressuni viðvíkjandi fiskivinnuni.
Reiðarin í Leirvík heldur, at tann hugsanin, sum nú er ofta at hoyra, at tað skal leggjast avgjald á fiskiloyvini, er púra burturvið og beinleiðis vandamikil.
Um slíkt kemur ígjøgnum, fer tað at gera, at allur íløguhugur steðgar beinanveg.
Ringt er sum er, sigur Osmund Justinussen, at fáa nakrar pengar at reka fiskivinnuna fyri. Verður so tikið burtur av til almenn avgjøld eisini, verður einki eftir at reka vinnuna víðari við.
Og um pengarnir, sum skuldu farið til nýíløgur, fara til útlendska kassar ella í landskassan, kann fyri so vítt gera tað sama fyri tann, sum ikki fær teir. Og her meinar hann við føroysku fiskivinnuna.
Telefonin ringir, og hann tekur hana hinumegin borðið í gamla turkihúsinum í Leirvík, har reiðaríið Sjóborg nú heldur til. Eg fái mær upp í aftur koppin og hyggi út yvir bryggjuna, har onkur útróðrarbátur liggur. Okkurt smávegis er at gera, men ikki sær út til at tað stóra lívið er í kortini.
Osmund er liðugur at tosa í telefon. Fartelefon er, og nú sløkkir hann hana. Hann vendir aftur til ráðgevingina.
-Hvussu heldur tú, tað hevði verið vorðið við hasum útróðrarbátunum, um teir skuldu latið avgjald til landskassan aftrat? Við tí inntøku, teir hava, hevði eingin flotað aftur. Ikki ein.
Tosað verður nógv um privatiseringar av almennum ognum. Men hvør skal keypa? spyr Osmundur Justinussen.
Hann heldur, at um okkurt meira ella minni alment felag skuldi verið selt, er ógvuliga sannlíkt, at útlendskir kappingarneytar keypa allan partapeningin, um eingin avmarking er á. Og so kunnu vit bara gita, hvat hendir.
Hann vísir á, at okkurt felag er í fiskivinnuni, har almennur partapeningur er innblandaður. Verður hann til dømis keyptur av útæendingum, er vandi fyri, at skipini hjá felagnum fara at landa veiðuna, tey fiska við føroyskum loyvi, til útlendsk virki.
Møguleikin er sera realistiskur, og tí eiga vit at avmarka útlendska ávirkan á føroyskt vinnulív, sigur Osmund Justinussen, reiðari.
Vit eiga tó at samstarva við teir og læra av teimum, men ikki lata alt á útlendskar hendur.
Økja eginognina
Árið, ið fór, var hampiligt hjá reiðarínum, letur Osmund Justinussen at. Ikki soleiðis kortini, at teir fara beint at hugsa um nýggj skip. Nakað av peningi fer at verða brúktur í ár til ábøtur á skipini, sigur hann. Annars verður alla tíðina miðað eftir at økja eginognina í feløgunum.
Tað ber ikki til at fáa nýggj skip at bera seg í ísfiskavinnu undir Føroyum, sigur hann.
Har eru vit í sera harðari og ójavnari kapping við grannarnar. Aðrastaðni verður latin rættiliga nógvur studningur til skipasmíð, meðan hann her hjá okkum bara er tikin burtur. Og skulu vit so hava avgjød løgd omaná, er ómøguligt at reka nýggj skip.
Osmund Justinussen vísir á, at byggja ein íri og ein føroyingur nýtt skip samstundis fyri einar 30 milliónir, er ógvuliga sannlíkt, at tað føroyska er farið á heysin eftir fimm árum, meðan hitt gongur fínt. Munurin er tann nýbiggingarstuðulin írin fær at byrja við.
Vanligt byggimynstur við 10-15% í eginpeningi er einki at hugsa um her. Er tað størri skip, er kanska neyðugt við 40-50% í eginkapitali, Og tað munnu vera fáir, sum klára tað, heldur Osmund Justinussen, reiðari.