Við Hetta Borðið – Lena Anderssen borðreiðir við nýggjum sangi

Fríggjadagin 30. mai kemur nýggja lagið “Við Hetta Borðið” út á allar talgildar stroymitænastur.

 

Tíðindaskriv:

 

Hetta er annað staklagið av komandi heildarútgávu, ið fær sama heitið. Talan er samstundis um fyrstu føroyskt mæltu útgávuna við føroyska sangfuglinum, sum vaks upp í Kanada.

 

Í oktober í fjør kom  fyrsta lagið, “Dugir Tú At Tosa Føroyskt”, út og hevur verið væl móttikið.

 

Lena Anderssen og Niclas Johannesen hava skrivað “Við Hetta Borðið”. 

 

Niclas hevur framleitt, meðan Óli Poulsen hevur ljóðblandað og mastrað. Sjálv heildarútgávan verður útgivin seinni í ár.

 

Tey framførandi á sanginum “Við Hetta Borðið” eru:

 

Lena Anderssen – lead vokal, kór, akk guitar

 

Matt Chamberlain – trummur

 

Óli Poulsen – bass, keyboards, percussion, forritan

 

Hans Poulsen – Hammond orgul

 

Niclas Johannesen – akk & el guitar, kór, pumpiorgul, keyboards, tamborin,

 

forritan

 

Sígg video av lagnum her:

 

##med2##

 

Hoyr sangin á Spotify her:

 

https://open.spotify.com/track/1Ho193CJMlZeIVaq2A8J6i?si=9a084656b4ad4be6

 

Ella á Apple Music her: https://music.lnk.to/LFwTMg

 

Video filmað frá køksborðinum

 

Somuleiðis er ein video gjørt til sangin. Tað serliga við hesi video er, at hon er filmað frá køksborðinum við Timelaps gjøgnum ymsar árstíðir. Niclas Johannesen hevur sett saman, og Friisframe hevur litviðgjørt og snikkað endaliga til.

 

https://open.spotify.com/track/1Ho193CJMlZeIVaq2A8J6i?si=9a084656b4ad4be6