Jóan Pauli Joensen,
joanpaulijoensen.blogspot.com
Valevni Javnaðarfloksins. Listi C.
Í hesum døgum royna vit valevni at selja okkum sum frægast. Úrslitið av valinum vil vísa, um eg havi dugað tað ella ikki. Aftaná 29. oktobur hevur Føroya fólk fingið ta vøru, í hesum føri tey tingfólk, sum tey ynskja sær og tískil tað Løgting, sum vit hava uppiborið. Tí ræður um at velja fólk, sum eisini aftaná valið, tá sølutriksini eru gloymd, duga at hugsa og leggja orku í at finna loysnir, fyri at tað skal verða gott at liva í Føroyum hjá okkum øllum. Latið okkara tingfólk koma at verða skilagóð fólk við hjartanum á rætta staði. Latið tingfólkini veruliga vilja nýta tær gávur, sum Várharra hevur givið teimum at taka neyðugar avgerðir, okkum eldri sum yngri at gagni, ið búgva her í dag, men eisini okkum øllum at gagni um fleiri ár.
Útgangsstøðið má verða tað sama
Vit skulu brúka politisku megina positivt til at gera tað lættari og liviligari hjá øllum føroyingum. Hannah Arendt var kvinniligur týskur teoretikari og jødi, sum noyddist at flýggja til USA undir seinna heimsbardaga. Hon segði so rætt, at tað at seta øll fólk javnt er úrslitið av eini menniskjasligari skipan. Tí øll menniskju eru ikki fødd javnsett. Várharra hevur givið okkum ymiskar gávur og byrðar at bera í lívinum. Javnaðarflokkurin ynskir, at fólk sjálvi skulu sleppa at forma sítt lív og avgera sín leiklut í samfelagnum. Karmarnir í samfelagnum skulu tó skipast soleiðis, at útgangsstøði hjá øllum føroyingum fyri hesum verður tað sama, soleiðis at allir føroyingar hava møguleika til eitt frælst, virðiligt og eydnuberandi lív.
Fáa tað besta burtur úr øllum gávum fólksins
Javnaðarflokkurin vil stuðla og hjálpa teimum, sum krevja umsorgan og hjálp, men flokkurin vil eisini stuðla teimum fólkum, sum vilja smíða sær eydnuna góða við teimum evnum, sum skaparin gav, og sum vilja sær sjálvum slóðir at bróta. Tey gávuríku og skapandi fólkini, skulu fáa møguleikar at brúka gávur sínar sær sjálvum og heildini at gagni. Vit vilja stuðla eldsálunum og geva teimum møguleika at slóða fyri og finna nýggjar leiðir á øllum økjum, tað verið seg búskaparliga, vinnuliga, útbúgvingarliga ella mentanarliga. Skúlin skal verða fyri øll, men tað merkir eisini, at vit skulu geva teimum gávuríku børnunum bestu umstøður at troyta gávur sínar, so tey ikki kenna seg at verða sloppin upp á fjall, tí væntað verður, at tey fara at klára seg kortini. Tað gera tey óivað, men hví ikki fáa tað allarbesta burtur úr gávum teirra til felags gagn? Tað sama er galdandi fyri alt útbúgvingarøki, fyri gransking og fyri mentan og mentanarlív.
Ikki síggja við eygum hjá øðrum
Fyri at vit skulu kunnu menna hetta samfelagið munandi er neyðugt, at vit síggja undirvísing, gransking og nýskapan sum eina heild, og sum fyritreyt fyri búskaparvøkstri. Endamálið er, so tíðliga sum gjørligt at leggja niður í tey ungu týdningin av, at vinna sær kunnleika, at læra at menna sítt forvitni og sín kreativitet og at verða opin fyri tí, sum at enda verður til gransking og nýskapan. Annars er vandin, at vit verða hangandi í gamlari vanahugsan, ella sum Rasmus Effersøe sigur tað:
Summi tey durva og falla í fátt
millum tey stóru og ríku í gørðum,
hugsa sum hini í stórt og í smátt,
síggja við eygum frá øðrum.
Einglavakt samfelagsins
Vit skulu framhaldandi hava eitt vælferðarsamfelag, har vit taka okkum av øllum teimum, sum ikki eru so væl fyri, sum krevja stuðul og umsorgan longu tíðliga í lívinum, sum krevja heilsubót og teimum, sum fara inn í ellisárini. Almannastovan og Nærverkið skal verða einglavaktin hjá teimum, sum hava brúk fyri hjálp og umsorgan her á fold, so tey kunnu kenna seg trygg og í góðum hondum. Vít mugu síggja til, at allar játtanir fyrst og fremst fara til primera tørvin, og at sum minst hvørvur í byrokratiskari tómgongd. Vit mugu lata tey, sum duga at arbeiða sleppa at arbeiða. Tað merkir ikki, at vit skulu sleppa stýringini, men álit í eini skipan skapar meira álit og størri ábyrgd hjá starvsfólkunum.
Solidariskt skil
Ein stórur partur av fólkinum, hóast tey eru virkin og arbeiða, hava ilt við at fáa endarnar at røkka saman, tí tey verða nívd av skatti og einum høgum livikostnaði. Tað er tí mark fyri, hvussu nógvur peningur kann verða tikin frá teimum um skattin til umskipan av vælferðini. Við solidariskum skili skulu vit tálma útreiðslunum, so mest nytta fæst burtur úr hvørji skattakrónu, og at arbeiðshugurin ikki verður tikin frá nøkrum. Koma vit til tað, sum Grundvig gamli segði: “Da har i rigdom vi drevet det vidt, når få har for meget og færre for lidt”, er nógv vunnið. Men eitt er kortini vist. Vit hava ongantíð fingið so nógv burtur úr skattinum sum í dag. Fyrr guldu tey upp á seg líka nógv, men keisarin fór við øllum til sín sjálvan.
Vit hava ta ábyrgd, sum vit taka okkum
Eingin ivi er um, at Føroyar eru tjóð, og at vit við tjóðskaparrørsluni stóðu saman um at evna til okkara samleika. Uttan mun til, hvønn flokk vit hoyra til, er tann føroyski samleikin ein ómissandi drívmegi í okkum øllum. Nýggja løgtingið skal fremja ein skilagóðan politikk – best er um tað verður í breiðari semju, ið tænir heildini, so tað verður lættari at liva og virka hjá øllum í landinum. Politiskt rakstrarróp hjálpa her eins lítið, sum tað hjálpir at hvessa klørnar móti hvørjum øðrum. Vit hava ta ábyrgd, sum vit taka okkum, og nú mugu vit taka neyðugar og djarvar avgerðir út frá teimum fortreytum, vit hava sum land og fólk. Eingin segði, at tað skuldi verða lætt at stýra rætt.