Kim Simonsen
Skaldsøgan »Beatlemanifestet«, eftir Einar Már Gudmundssoner um at vera barn og ungur í Reykjavík um tað mundið, tá beatlafeburin fór kring allan heimin. Høvuðspersónurin Johan, sigur frá um Ole, Jón, Finn og Rebbi, um genturnar og um at dreymin um at gera eitt ordans beatorkestur í garasjuni hjá pápa Finn.
Einar Már Gudmunsson er ein av gávaðu forteljarunum í Norðurlondum. Hann torir at arbeiða við tí tragiska eins væl og tí komiska, hansara bøkur eru fullar av fólkum sum liva á skeivu síðuni av samfelaginum. Hendan síðan, sum hampafólk, borgaradýr og vanligir smáborgarar ræðast sum pestin, tí hesi minna tey um, at tað er ikki so torført at glætast í okkara samfelagið.
»Rokken Rolle Baby«
Universið hjá Einari Már Gudmundssyni er og verður altíð marglitta undir- og arbeiðarastættin í Reykjavík, sum vit sóu hetta í kendu skaldsøguni: »Alheimsins einglar«, frá 1995. Hesa bókina kenna vit í føroyskari týðing, og sum film eftir Fridrik Tór Fridriksson. Tað var við hesari bókini, hann fekk Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, og stóra viðurkenning uttanlands. Kendar eru eisini: »Fodspor på himlen« (1999), »Drømme på jorden« (2001), »Navnløse veje« (2002) og Reykjavík triologiin: »Ridderne af det runde bord (1984), Regndråbernes epilog (1988), Røde dage (1991)«.
Nýggja skaldsøgan er ikki ein í røðini eftir »Navnløse veje«, ið allar snúgva seg um ein størri systkinaflokk. Hendan skaldsøgan hevur tó sum hinar ein sera leysan bygnað, nærum sum ein punktskaldsøga, har Einar Már sigur frá søgunum hjá fleiri fólkum samstundis. Tað er stuttligt at lesa hesar smáu søgurnar. Frásøgufólki er Johan, ið er áhugaður í The Beatles, filmi, gentum og vinnir lummapening við at ganga við javnaðaravísini Fólkaviljanum.
Stílurin í hesi skaldsøguni er afturlítandi, harður og beinleiðis, men søgurnar minna av og á um anekdotir. Teir afturvendandi persónarnir fáa tó bókina at hanga saman. Hetta er ein stílur fullur í yvirskoti, men av og á er hesin mest sum ov skemtisøgukendur og anekdotiskur, ið eisini var problemið við stuttsøgu-savninum »Måske er posten sulten«, ið kom fyri nøkrum árum síðani.
Beattónleikur og sosialisma
Søgan í »Beatlamanifestet« gongur fyri seg í Reykjavík seint í sekstiárunum. Lívið hjá Johann snýr seg mest um vinirnar Ole, Jón, Finn, Gunni og Rebbi, men hann er eisini áhugaður í Helgu og vøkru dragandi Katrin, sum eina tíð kemur saman við Ulli Boksehandska. Hetta er ein ósek tíð, har lokala orkestrið Flamingo, ið spæla beatlatónleik, eru stóru sjeikarnir í Reykjavík, ið allar genturnar renna eftir. Johan og vinirnir hava eisini hug at fáa genturnar at gerðast óðar eftir teimum, og gera tí ætlanir um at seta saman eitt rimmar beatorkestur kallað Matchbox.
»Beatlemanifestet« er søgan um ungdóm, fyrstu beatlesplátuna, um eina farna tíð, um fyrsta kossin og um at koyra knallert. Hetta er ein stuttlig og løtt skaldsøga, ið minnir um norðurlenskar skaldsøgur sum »Populærmusik fra Vittula« og »Mit liv som hund«, tað er eitt serligt útkantstema og longsulin eftir stórum býum í eitt nú Onglandi, ið Einar Már her megnar at gera universelt.
The Wonder Years
Tíðin tá The Beatles komu fram, og The Rolling Stones, eru »the wonder years«. Við hesi bókini hevur Einar Már Gudmundsson sett sær fyri at lýsa hesa tíðina. Lýsingin er eym og ein av teimum heilt góðu, ið er gjørd av hesi tíð, tí lýsingin er so universel at øll kenna seg sjálvi aftur.
Einar Már fangar í endurminningarbrotum hvussu tað er at vera 12-14 ár, smæðin, har alt er flovesligt og hvussu ringt alt er, ella var. Mangan er bókin djúpt rørandi, hann minnist hvørja rørslu, hvørja kenslu og skapar eitt poetiskt univers kring hesa tíð. Sum her, tá Johan sigur frá um lærarinnuna Stellu: »Selv om Stella ingenting ved om beatmusik, ved hun, at jeg er fuldkommen besat af den. Jeg er ofte ude af mig selv på grund af alle de melodier, der klinger inde i hovedet på mig. Undertiden lader jeg panden falde hen over bordpladen, for at mine tanker kan holde takten. Mit hoved er en verden, hvor alt er arrangeret med henblik på stor musik.
Engang spurgte Stella mig: »Hvad hedder hovedstaden i Finland?« og jeg blev så forskrækket, at jeg sagde Ringo Starr, selv om jeg selvfølgelig godt ved, at den hedder Helsinki og konkurrerer med Reykjavik om verdensrekorden i tungsind.«
Ringo Star forever
Tað sum upptekur hesar dreingir er at sleppa undan einum keðiligum skúla, at kunna liva við móðum foreldrum og myndugleikum, ið bert vilja gera lívið súrt hjá ungdóminum. Hesi vilja skriva eitt Beatlemanifest, eins og tað Kommunistiska manifestið: »Nogenlunde sådan begyndte Beatlemanifestet, det, som skulle slå alle andre manifester af marken, såsom Det Kommunistiske Manifest, De Surrealistiske Manifester, ja, og så selvfølgelig skolereglementet.«
Polaroidshots ella Super 8 frá 60inum og 70inum
Á ein hátt eru hetta gulnaðar kodakmyndir, polaroidshots ella Super 8 frá 60inum og 70inum, ein farin tíð, ein tíð sum er mist, men verður endurvunnin tá Einar sigur frá henni, við stórum sorgblídni. Øll børnini í túninum eru jú áðrenn vit vita av tí, burtur, nú hava tey sjálvi børn og abbabørn.
Vandin er sjálvandi, at ein slík bók gerst afturlítandi ella nostalgisk, men eg haldi ikki at skaldsøgan er nostalgisk, meira er hon merkt av sorgblídni og sum allar bøkurnar hjá Einari er hendan eisini tragikomisk, mangan full av humor og hjartalag. Einar dugir at flætta í 60inum og í byrjanini av 70inum inn í bókina, við tónleikinum tað árið, við stórhendingum, men alt í alt snýr bókin seg um at vera barn, ungur og menniskja í 20. øld.
Tann sum fangar handan tónan, kann skapa vøkur viðkomandi verk.
»Beatlemanifestet« Eftir Einar Már Gudmundsson kom út 25. august á forlaginum Vindrose. Upprunatitulin er »Bítlaávarpið«. Týtt til danskt hevur Erik Skyum-Nielsen. Bókin er 236 síður og kostar 279 kr.










