Fólk standa saman um felagið

? sigur Petur Eikholm, formaður í Hvalvík-Streymnesar Róðrarfelag, ella HSR, sum tað verður kallað. ? Tey eru ógvuliga røsk at hjálpa til, serliga tá tiltøk eru, og tí stendur felagið sterkt, sigur hann

Tað er tungt at reka eitt ítróttarfelag. Serliga í bygdum, har fólkatalið ikki er stórt, tí útreiðslurnar eru stórar.

Bátarnir eru dýrir at keypa og víðlíkahaldið krevur eisini sítt.

Tá felagið so eisini hevur eitt hús at reka, so skulu fleiri pengar í kassan. Annars verður galið.

Men higartil hevur tað gingið uppá stás hjá róðrarfelagnum í Hvalvík Streymnesi, sigur Petur Eikholm, formaður.

? Vit hava ikki nógvan reiðan pening tøkan, men vit klára væl og virðiliga at svara hvørjum sítt.

Virkisøkið felagsins er kappróður burturav. Men tan ítróttargreinin krevur eisini sítt.


Gott neyst

Tað eru nú eftirhondini 21 ár síðan Hvessingur kom til bygdar.

? Hann fingu vit í 1977 og Báran kom árið eftir. Fyri at gera umstøðurnar so góðar, sum gjørligt, so valdu vit at fara undir at gera eitt neyst.

? Vit byrjaðu uppá neystið í 1978 og tað varð tikið í nýtslu í 1979. Við einari veitslu tann 30. november, minnist Petur.

Av tí at hvalvíkingar og streymnesbúgvar gjørdu meginpartin, fyri ikki at siga alt arbeiði, sjálvir, so var kostnaðurin fyri húsið ikki so ógvusligur.

? Vit leigaðu okkum eina forskalling og fyltu so í formarnar sjálvir. Vit eru so nógvir handverkarar í felagnum og vit gjørdu so alt arbeiðið sjálvir.

? Tað var orsøkin til at húsið gjørdist so bíligt, sum tað gjørdist.

Lánini eru nú øll afturgoldin og tí er tað bara raksturin av húsinum, sum kostar felagnum nakað í dag.

? Men tað krevur sítt. Tí viðlíkahaldið kostar eisini fitt av peningi, sigur Petur Eikholm.


Stevnan er fíggjarliga grundarlagið

Og peningurin, sum skal til at fíggja raksturin av felagnum; tað verið seg hús ella bátar, hann kemur frá stevnuni.

Stevnan gevur rættiliga nógv fíggjarliga og HSR fær meginpartin av teimum pengum, sum koma inn.

? Vit fáa allan ágóðan av kappróðrinum, meðan restin verður býtt millum okkum og fótbóltsfelagið í bygdini við 30 prsoentum til teirra og 70 prosentum til okkara. Tó er tað soleiðis, at selja teir lutaseðlar, so fáa teir allan ágóðan av tí, sigur formaðurin.

? Hetta er ein skipan, sum allir partar eru nøgdir við og sum hevur virkað sera væl.

Nú er Sundalagsstevnan ein stevna, sum gongur uppá skift millum bygdirna í Sundalagnum og tí er hon bert í Hvalvík triðja hvørt ár.

? Hetta merkist eisini fíggjarliga. Men tað merkir bara at vit mugu húsast væl við tí peningi sum kemur inn, sigur Petur Eikholm.

? Fyrr høvdu vit bygdastevnu eina ferð um árið, so tá var pengatilgongdin javnari, men vit fáa óiva meir burtur úr á henda hátt.


Fólk taka undir

við felagnum

Men tað er tó eingin trupulleiki at fáa felagið at mala runt fíggjarliga, sigur formaður felagsins.

? Bygdafólkið stendur væl saman um felagið og eru ógvuliga røsk at stuðla tá tiltøk eru. Tey leggja fitt av peningi eftir seg tá vit skipa fyri tiltøkum.

Men tað er eisini neyðugt, tí bygdin er ikki so stór, og møguleikarnir hjá HSR at útvega peningastuðlar - sponsorar - eru ikki eins stórir í Sundalagnum og í Havn.


Bátarnir eru gamlir - men sera góðir

Sum nevnt aðrastaðni, so er Hvessingur farin um tey 21 árini.

Báran er næstan líka gomul - hon kom árið eftir - men tað merkir ikki, at bátarnir skulu skiftast út.

? Nei, tað er eingin orsøk til tað enn, sigur Petur Eikholm.

? Av tí at vit hava tað góða neystið, so standa bátarnir heitt og fjálgt. Harafturat verður farið so sera væl um teir, at teir næstan eru sum nýggir.

Sjálvandi skulu slíkir bátar eisini haldast við líka við máling og onkuntíð verða teir eisini sproytmálaðir.

? Hvessingur fekk eina yvirháling í fjør. Hann varð sproytaður og tað kostaði 15 túsund krónur. Báran er málað í ár, og tað kostaði bara ein triðjing av prísinum fyri Hvessing, sigur hann.

? Tað er í veruleikanum einki mark fyri hvussu gamal ein kappróðrarbátur kann gerast áðrenn hann skal skiftast út, sigur Petur.

? Verður hann hildin við líka alla tíðina og tað skit út, sum skal skiftast út, so kann hann gerast rættiliga gamal, sigur hann og samanlíknar við tey gomlu seksmannaførini, sum á Ólavsøku enn kappast sínámillum.

? Tey munnu verða tað besta dømi um, at ein kappróðrarbátur kann gerast rættiliga gamal.

Annars viðgongur formaðurin, at tað sjálvandi kann gerast ein trupulleiki, at báturin til síðst gerst ov tungur og tí má skiftast út, men so mugu pengarnir eisini verða tøkir.

? Ein 6-mannafar kostar í dag eitt stað millum 50 og 60 túsund krónur, so tað er ikki nakað mann bara ger soleiðis uttan víðari, sigur hann.

Fyrst skal tørvurin fyri útskifting verða har og tað er hann ikki hjá okkum, sigur Petur Eikholm


Gongur væl at

manna bátarnar

Hóast Hvessingur við monnum ikki var við á Norðoyastevnu, so letur formaðurin væl at tá tosið fellur á hvussu tað gongst at manna bátarnar.

? Gentu og dreingjamanningarnar komu skjótt uppá pláss, men av tí at so nógv nýtt fólk er umborð, so rokna vit ikki við so góðum úrsliti frá teimum í ár. Hinvegin vanta vit, at tey taka til sín og vera til reiðar at fara umborð á hinar bátarnar seinni.

? Ikki tí. Tey hava verið sera røsk at venja, og tað gongur stútt framá hjá teimum, sigur formaðurin.

6-mannafarið við kvinnum hevur verið við heilt frammi í oddinum í ár.

? Ja tær eru ógvuliga raskar. Tær vunnu á Norðoyastevnu og gjørdust nummar tvey á Skálafjarðarstevnu, so teimum vanta vit okkum nógv av í ár.

Menninir byrjaðu at venja beint undan Skálafjarðarstevnuni og tí var úrslitið hjá teimum ikki so gott har inni, sigur Petur, men nú koyra teir dúgliga á. Teir flestu eru royndir røðarar og tí koma teir skjótt eftir tí.

? Tí verður sera spennandi at síggja hvussu leikur fer leygardagin, sigur formaðurin í HSR, Petur Eikholm at enda.