Jógvan Isaksen
Seinasta ár gav Bókadeildin út myndabókina ?Mín fyrsta bók um Palla Pumm? í týðing eftir Gunnar Hoydal, og har varnaðist tú tann liðiliga málburðin og tey snøggu føroysku nøvnini. Nú er tann fyrra av teimum upprunaligu Winnie the Pooh-bókunum komin á føroyskum, og týðarin er tann sami.
Enski høvundurin Alan Alexander Milne (1882-1956) var longu kendur sum høvundur av skemtiligum tekstum og sjónleikum, tá ið hann í 1926 gav út ?Winnie the Pooh? og í 1928 ?The House at Pooh Corner?. Sonurin Christopher Robin og spælidjórini hjá honum manna pallin í Pumm-bókunum, sum skjótt gjørdust alheimskendar. Seinni vildi Christopher Robin Milne vera við, at tað var í ólukkumáta, og at bøkurnar hjá pápanum høvdu gjørt honum fortreð alt lívið. Í endurminningum sigur hann, at hann ongantíð hevur fingið frið fyri fólki, sum vil hitta tann veruliga Christopher Robin, og tað er líka við, at hann ynskir Palla Pumm-bøkurnar niður og norður. Men tað gera vit, lesararnir, ikki, tí tað er á sjáldsaman hátt eydnast høvundinum at skriva ein tekst, sum bæði børn og vaksin hava fragd av at lesa.
Palli Pumm (bjørn), Purkil (grísur), Asnar (esil), Kaninus (git!), Uglas (git aftur!) og onnur vinfólk búgva í 100 Metra Skóginum, har tey eru fyri alskyns hendingum. Hesar eru oftani stórar og vandamiklar - í hvussu er í egnum huga - og djórini royna sum frægast at klára seg, men mugu onkuntíð fáa stuðul frá Kristoffuri Róa. Og hvørki djór ella hendingar víkja stórvegis frá tí, sum menniskjur flest eru fyri. (Siga vit at 100 Metra skógurin er ein mynd av mannaheiminum, hvør er so Kristoffur Rói? Fyri ikki at tala um frásøgumannin?)
Beinharður logikkur
Tað, sum ger bøkurnar bæði stuttligar og áhugaverdar annars, eru tær stak logisku og um somu tíð fullkomiliga ólogisku samrøðurnar og hugasambondini. Lesarin verður javnan tikin á bóli, sum her, har Palli Pumm hongur undir einari ballón og vil hava Kristoffur Róa at skjóta ballónina, so hann sleppur niður:
?Ei!? segði Pumm.
?Rakti eg ikki?? spurdi tú.
?Tað er ikki tað, at tú ikki rakti,? segði Pumm, ?men tú rakti ikki ballónina.?
Í tí næsta stutta orðaskifti er Palli Pumm eisini púra reinmeintur: ??Á, bjørnin mín!? segði Kristoffur Rói. ?Sum eg eri góður við teg!? ?Eisini eg,? segði Pumm.? Høvdu vit onnur verið líka ærlig, sum tann lítla bjørnin, høvdu vit mangan svarað sum hann.
Nógv skemt er í Palla Pumm-bókunum, men at kalla altíð snarað, so at tað er fleirtýtt. Her er Pumm farin at vitja Kaninus, og tá ið hann verður spurdur: ?Vilt tú hava hunang ella súltutoy aftur við breyðbitanum?? varð hann so glaður, at hann segði: ?Bæði,? og so legði hann aftrat fyri ikki at vera grammur: ?Men sama ger við breyðbitanum.??
Hvat ið melur í høvdinum á bjørnini við tí lítla skilinum, sum hon fleiri ferð verður umrødd, kemur greitt til sjóndar í hesum orðaskiftinum stutt fyri søgulok. Purkil spyr Pumm, hvat tað fyrsta er, hann sigur við seg sjálvan, tá ið hann vaknar á morgni:
?Hvat skal eg nú fáa mær at eta?? segði Pumm. ?Hvat sigur tú, Purkil??
?Eg sigi: Hvat spennandi man fara at henda í dag??
Pumm nikkaði í djúpum tonkum.
?Tað er tað sama, sum eg meinti við.?
Palli Pumm
á øllum mótum
Bøkurnar hjá A.A. Milne um ta lítlu bjørnina og vinir hennara hava borið við okkurt viðkvæmt hjá mongum, tí tað finst upp í leypar av bókum, sum brúka Palla Pumm-bøkurnar til egin - ofta filosofisk - endamál. Tað finnast ivaleyst kjokkfult av beinleiðis tolkingum av bókunum - eg kenni tær ikki, men soleiðis plagar tað at vera - men tað eru kortini ikki tær, sum hava vakt størstan ans. Tað eru hinar, sum brúka Palla Pumm á næstan øllum lívsins og vinnulívsins økjum. Ein eitur ?Winnie-the-Pooh and the Philosophers? eftir John Williams, og hon hevdar, at øll vesturlendsk filosofi, líka frá teimum griksku kosmologunum og upp til teir fronsku eksistentialistarnar, bara er forarbeiði til Palla Pumm. Stikk denn!
Eingilskmaðurin Benjamin Hoff hevur skrivað tvær bøkur, har hann vil vera við, at Palli Pumm er ein av heimsins størstu taoistisku meistarum, og at Purkil - sum altíð er bangin - sæddur í mun til taoismuna er av djarvastu verum. Bøkurnar eita ?The Tao of Pooh? og ?The Te of Piglet? og finnast eisini á donskum (Peter Plys og hans Tao og Den tapre grisling).
Ein av teimum nýggjastu bókunum er skrivað av tveimum kendum amerikonskum vinnulívsráðgevum, Roger E. Allen og Stephen D. Allen. Hon eitur ?Winnie-the-Pooh on Problem Solving? (á donskum: Peter Plys som problemløser) og sigur m.a., at bøkurnar um Pumm vísa, hvussu tú gert tær greitt, hvør ein trupulleikin er, hvussu tú síðani loysir hendan og síðani hevur eyguni eftir honum. Skilliga er einki mark fyri, hvat Palli Pumm og hini spælidjórini kunnu brúkast til.
Væleydnað týðing
Føroyska útgávan er snøgg, og tekningarnar hjá Ernest H. Shephard, sum eiga sín stóra lut í bókunum, eru væl endurgivnar, nógv betur enn í einari samlaðari enskari útgávu, sum eg havi. Innanperma er kort av økinum, har Palli Pumm og hini halda til, men teir hondskrivaðu stavirnir í føroysku útgávuni eru ikki altíð líka lættir at lesa mótsett ensku útgávuni.
Tað eru upp í lógvar av ørindum í bókini og orðaspøl við, og nógv av hesum hevur ikki verið lætt at flutt yvir í føroyskt, men Gunnar Hoydal er sloppin óvanliga væl frá síni týðing. Tað, eg havi funnið av villum er ikki vert at nevna. Týðarin hevur meira enn einaferð skeitt í donsku ?Peter Plys?, at síggja hvørja loysn hon hevur valt. Hetta tekur kortini einki frá endurgávuni hjá Gunnari, sum í flestu førum fer sínar egnu leiðir.
Til fyri kortum hava fólk vanliga lisið hesar bøkur á donskum ella sjálvi týtt so hvørt, men nú er bara at leggja í vaðið og kunna seg við Palla Pumm og vinir hansara í 100 Metra